Sitka

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jump to navigation Jump to search
Kort.
Havnin í Sitka.
Ortodoks kirkja í Sitka, Alaska.

Sitka (Tlingit: Sheetʼká) er ein fiskivinnubýur í Alaska í USA. Íbúgvartalið er uml. 9000. Í dag er Sitka fimtistørsti býur í Alaska. Hann er einasti býur á oynni Baranoff. Tískil er ikki vegur til býin. Samlaða vegalongdin, sum koyrast kann eftir, er um 75 km. Sambandið við útheimin er við flogfari og ferju. Tað er flogsamband til og frá einar tvær ferðir um dagin. Nærmasti býur er Juneau, sum nú er høvuðsstaður í Alaska. Tað eru umleið 930 km. til Anchorage, sum er størsti býur í statinum og einir 1,400 km til Seattle, Washington. Men á oynni er hinvegin nógv og vøkur náttúra og eitt djóralív, sum fáar aðrastaðni. Her er m.a. hvalur í hópatali. Her eru eisini mong onnur djór sum ottari, sjóleyva, bjarnir, ørnir o.s.fr. Tað kann verða nevnt, at her eins og í Íslandi eru heitar keldur.

Tað er eitt stórt andaligt lív í býnum. Her eru 19 kirkjur og eitt næstan eins stórt tal av samkomum. Annars er fyrsta lutherska kirkjan á vesturstrondini í Norður-Amerika í Sitka. Hon varð stovnað í 1840, og tað vóru finnar, sum settu hana á stovn. Tað eru 2 fólkaskúlar við 700 næmingum og 55 lærarum. Afturat eru fleir hægri skúlar. Men skal farast á lærdan háskúla, er tað í Anchorage. Tað er eitt dagblað í býnum. Annars fáast tey stóru Alaska-bløðini her. Tað eru 5 peningastovnar. Býráðið hevur 7 limir. Tað er politistøð við 20 politistum, brandstøð við 9 fulltíðar og 100 sjálvbodnum brandmonnum. Fíggjarætlanin hjá kommununi er 35 mill. dollarar, góðar 200 mill kr. Her eru 2 sjúkrahús, sum hava 78 sengur og eitt ellisheim við 70 plássum. Í býnum eru 27 læknar og 5 tannlæknar.

Sitka liggur so mikið langt suðuri, at tað ikki verður so kalt, sum Alaska annars er kent fyri. Veðurlagið minnir sera nógv um tað føroyska við nógvum regni, og tað er sjáldan, at tað frystir.

Í Sitka er 75% av fólkinum hvít. Restin er upprunafólk av ymiskum slag, teir flestu eru inuittar. Hesi hava ávís forrættindi við veiði og líknandi.

Søga[rætta | rætta wikitekst]

Í 1867 var tað, at Russland seldi Alaska til USA, og júst henda hending fór fram í Sitka. Býurin er eisini nógv merktur av sínu russisku fortíð. Her er til dømis ortodoks kirkja, og her eru fólk, sum framvegis hava russiskt sum fyrsta mál. Útgravingar hava eisini víst, at her hevur verið búseting í hvussu er í ár. Annars gjørdist Sitka eitt hernaðarligt høvuðssæti undir Seinna veraldarbardaga, tá hermenn støðaðust her. Sitka var fyrsti høvuðsstaður í Alaska sum lutstatur í USA, inntil hann í 1906 varð fluttur til Juneau nakað norðanfyri. Tað var tann tíð, tá hann var størsti býur yvirhøvur á amerikanku vesturstrondini.

Vinnuvegir[rætta | rætta wikitekst]

Arbeiðsloysið er her heldur lægri enn í Alaska yvirhøvur, men heldur hægri enn í USA. Mitt í 1990-unum var arbeiðsloysið omanfyri 10%. Nú liggur tað um 5%. Eitt, sum hevur havt týdning í hesum sambandi, er, at eitt tað størsta arbeiðsplássið í Sitka, eitt sagverk, varð niðurlagt, og var hetta orsøkin til ta umrøddu økingina av arbeiðsloysinum. Sagverkið hevði nóg mikið av rávøru, men tað dálkaði ov illa. Sum nógvastaðni, so er tað tænastuvinnan, bæði almenn og privat, sum er størsti arbeiðsgevari.

Fiskivinnan verður roknað sum ein sera týdningarmikil vinna. Hon hevur givið upp til 30 mill. dollarar í inntøku, men hetta tal er minkað seinnu árini og liggur nú beint omanfyri 20 mill. Men hóast hetta so er miðalinntøkan í Sitka størri enn miðal bæði í Alaska og USA. Stuttleikaskip geva eisini nógv til býin. Tað er næstan dagliga, at skip liggur á redini. Hotellini í býnum hava einar 200 sengur, og man hetta vera á leið tað sama sum í Havn. Møguleiki er tó eisini fyri "Bed and Breakfast".