Sigri Mitra Gaïni
Sigri Mitra Gaïni er føroyskur/iranskur/norskur yrkjari og sjónleikari. Hon varð fødd 1975 í Oslo, hevur føroyska mammu og iranskan pápa. Hon vaks upp bæði í Føroyum og Noregi, gekk í fronskum skúla í Noregi, meðan hon búði har. Hon gekk á studentaskúla í Føroyum og er búsitandi í Føroyum.[1] Sigri er dóttir Lív Joensen, abbadóttir Sigurð Joensen og Sigrið av Skarði og langabbadóttir Símun av Skarði, sum yrkti føroyska tjóðsangin Tú altfagra land mítt. Hon spældi ein av høvuðsleiklutunum í føroyska/danska filminum Bye Bye Bluebird hjá Katrini Ottarsdóttir. Sigri spældi leiklutin sum Barba. Filmurin bleiv vístur á fleiri filmsfestivalum uttanlands og vann eisini prísir. Sigri hevur givið fýra yrkingasøvn út, øll eru skrivaði á føroyskum. Í 2004 fekk hon Bókmentavirðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir.
Listarligt virksemi
[rætta | rætta wikitekst]Filmar
[rætta | rætta wikitekst]- 1999 - Bye Bye Bluebird.
- 2002 - Polle Fiction.
Bøkur
[rætta | rætta wikitekst]Heiðurslønir
[rætta | rætta wikitekst]- 2004 - Bókmentavirðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir.
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ Samrøða við Bergljót D. Hentze í morgunsendingini hjá Kringvarpi Føroya, Lesikrókurin
- ↑ MS.fo, Mentunargrunnur Studentafelagsins, Yrkingar
Slóðir úteftir
[rætta | rætta wikitekst]- Sigri Mitra Gaïni á Internet Movie Database (Enskt)