Munurin millum rættingarnar hjá "Jonhard Mikkelsen"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
Benadikt (kjak | íkøst)
sNo edit summary
{{infobox/article/human}}
Linja 1: Linja 1:
{{infobox/article/human}}
'''Jonhard Mikkelsen''' (f. [[1953]] í [[Vestmanna]] er [[Føroyar|føroyskur]] rithøvundur, bókaútgevari, lektari, ráðgevi, íverksetari og stjóri á Forlagnum [[Sprotin]].<ref>[http://www.in.fo/index.php?id=42&tx_news_pi1%5Bnews%5D=11321&tx_news_pi1%5Bcontroller%5D=News&tx_news_pi1%5Baction%5D=detail&cHash=18920497bdc86dcdf97217baf80bed01 in.fo - Bóðu um tilboð í Føroyum]</ref> Hann er útbúgvin [[cand. mag.]] í enskum og føroyskum á [[Århus Universitet]]i og [[Fróðskaparsetur Føroya|Fróðskaparsetri Føroya]] í [[1980]]. Hann starvaðist sum adjunktur á [[Føroya Studentaskúli og HF Skeið|Føroya studentaskúla]] frá 1981 til 1995. Hann var lærugreinaráðgevi í føroyskum fyri studentaskúlar og hf-deildir frá 1988 til 1995, tá ið hann fór í starv sum lektari á Føroya læraraskúla í 1995 og starvaðist har til 2010. Jonhard Mikkelsen hevur starvast sum námslektari á Námsvísindadeild Fróðskaparsetursins frá 2010.<ref>[http://setur.fo/en/um-setrid/staff/jonhard-mikkelsen/ setur.fo]</ref> Hann er limur í Føroyska málráðnum.

Endurskoðan frá 25. mai 2016 kl. 12:50

Jonhard Mikkelsen
er eitt menniskja
Fødd(ur) 1953
Starv høvundur
Dátuheiti
ISNI 0000000356770963
VIAF 190910432
LCAuth n96122874

Jonhard Mikkelsen (f. 1953 í Vestmanna er føroyskur rithøvundur, bókaútgevari, lektari, ráðgevi, íverksetari og stjóri á Forlagnum Sprotin.[1] Hann er útbúgvin cand. mag. í enskum og føroyskum á Århus Universiteti og Fróðskaparsetri Føroya í 1980. Hann starvaðist sum adjunktur á Føroya studentaskúla frá 1981 til 1995. Hann var lærugreinaráðgevi í føroyskum fyri studentaskúlar og hf-deildir frá 1988 til 1995, tá ið hann fór í starv sum lektari á Føroya læraraskúla í 1995 og starvaðist har til 2010. Jonhard Mikkelsen hevur starvast sum námslektari á Námsvísindadeild Fróðskaparsetursins frá 2010.[2] Hann er limur í Føroyska málráðnum.

Útgávur

Orðabøkur

  • 1992 ensk - føroysk orðabók saman við Annfinni í Skála
  • 1998 donsk - føroysk orðabók saman við Annfinni í Skála og Hanne Jacobsen
  • 2004 føroysk - ensk orðabók saman við Annfinni í Skála

Aðrar útgávur

  • Ein ferð inn í føroyskt saman við Kára Davidsen (mállæra til miðnám og námsvísindadeildina)
  • Hugin og minnið (skeið í norrønum til miðnám)
  • Eitt sindur um - hugburð, samskifti,myndir, lýsingar, stuttsøgur (grundbók í tekstalestri)
  • Sprotar - eitt sindur um tekstir í bløðum og tíðarritum (um at greina fjølmiðlatekst)
  • Brotmyndir - amboð til skald- og stuttsøgugreiningar
  • Grundskeið í Føroyskum (stutt skeið í rættskriving)

Ritstjórn

  • Petur M. Rasmussen: Mangt er í brøgdum vunnið (føroyskt málsøga)
  • Svenning Tausen: Orð og orðað (um føroyskt orðalag)
  • Gísla søga Súrssonar
  • Svørt verða sólskin (norðurlendsk ritstjórn)
  • Nýbrotið í norðurlendskum skaldskapi (norðurlendsk ritstjórn)
  • Norðurlond í kring (norðurlendsk ritstjórn)
  • Sagnaslóðir fram við strendur (norðurlendsk ritstjórn)
  • Filmur saman við Elin Hentze og Marjun Niclassen
  • B. Jacobsen o.o.: Vísindástøði (týðing Jákup í Skemmuni)
  • G. Fredriksson: 26 heimspekingar (týðing Jákup í Skemmuni)

Týðingar

Annað

Fregnir

Jonhard Mikkelsen stovnaði saman við øðrum vikuskiftisblaðið FREGNIR í 2001 og var blaðstjóri, til blaðið gavst í 2004.

Forlagið Sprotin

Jonhard stovnaði forlagið SPROTAN í 1993 og hevur rikið tað síðan. Forlagið gevur út lærubøkur til føroyskt, søgubøkur, listabøkur, nýskrivaðar og týddar skaldsøgur, yrkingar o.a. Útgávurnar síggjast á heimasíðuni hjá Sprotanum www.sprotin.fo

Á sprotin.fo eru allar tær føroysku orðabøkurnar hjá ymsum forløgum og einstaklingum savnaðar. Forlagið kunnar um bøkur, høvundar, tiltøk o.a. í Sprotatíðindum.

Heiður

Keldur

  1. in.fo - Bóðu um tilboð í Føroyum
  2. setur.fo
  3. Vestmanna.fo