Munurin millum rættingarnar hjá "Johnny Cash"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
Benadikt (kjak | íkøst)
No edit summary
MGA73bot (kjak | íkøst)
s bottur leggur aftrat {{Commonscat}}
Linja 30: Linja 30:


{{DEFAULTSORT:Cash, Johnny}}
{{DEFAULTSORT:Cash, Johnny}}
{{Commonscat}}


[[Bólkur:Amerikanskir tónleikarar]]
[[Bólkur:Amerikanskir tónleikarar]]

Endurskoðan frá 2. sep 2015 kl. 16:47

Johnny Cash
Johnny Cash í 1969.
Føddur 26. februar 1932
Nashville, Tennessee
Doyði 12. september 2003
Kingsland, Arkansas
Yrki Sangari, tónleikari

John R. "Johnny" Cash (26. februar 1932 í Kingsland, Arkansas - 12. september 2003 í Nashville, Tennessee) var ein víðagitin og væl umtóktur countrysangari og mettur at vera ein av heimsins kendastu countrysangarum nakrantíð. Til samans hevur Johnny Cash givið meira enn 200 útgávur út, harav 55 studioútgávur.

Sum smádrongur misti hann beiggja sín í eini vanlukku, og pápin brigdaði Johnny fyri vanlukkuna. Hetta hevði stóra ávirkan á lív hansara. Longu sum ungur á bummullarbóndagarðinum í Arkansas var hann kendur fyri at vera sera avgjørdur og miðvísur, sum seinni gjørdist hansara vørumerki. Eftir at hava verið í flogherinum royndi hann at koma sær fram sum sangari og tónleikari, og um somu tíð varð hann góður við June Carter, sum longu er kend sum sangari.

Johnny Cash var aktivur frá tíðliga í 1950-unum til hann doyði í 2003. Tíðliga í 1990-unum fór hann undir tað, sum fekk navnið American Recordings, har hann spældi løg hjá kendum amerikanskum bólkum. Millum tað, sum er vorðið kendast eru Rusty Cage hjá Soundgarden, One hjá U2, Hurt hja NIN og fleiri aðrir. Har komu 5 American Recordings, og eftir deyða hansara kom Unearthed, sum er ein kassi við eini 6 fløgum.

Johnny hevur eisini vunnið 12 Grammy Awards, havt 9 fløgur nr. 1 á Billboard, og 15 stakløg nr. 1 á Billboard. Hann hevur selt til samans 90 milliónir fløgur.

Útvortis ávísing


Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið