Munurin millum rættingarnar hjá "Annika Olsen"
s Bot: Migrating 3 interwiki links, now provided by Wikidata on d:q754857 (translate me) |
EileenSanda (kjak | íkøst) |
||
Linja 53: | Linja 53: | ||
[[Bólkur:Varaløgmenn í Føroyum]] |
[[Bólkur:Varaløgmenn í Føroyum]] |
||
[[Bólkur:Løgtingslimir]] |
[[Bólkur:Løgtingslimir]] |
||
[[Bólkur:Politikarar úr Fólkaflokkinum]] |
Endurskoðan frá 27. apr 2013 kl. 15:25
Annika Olsen | |
---|---|
Føddur | 13. mars 1975 |
Yrki | Lærari |
Útbúgving | Lærari |
Flokkur | Fólkaflokkurin |
Álitisstørv | |
2004-2008 | Býráðslimur |
2008- | Løgtingskvinna |
2008- | Landsstýriskvinna |
2011- | Varaløgmaður |
Annika Olsen (fødd 13. mars 1975) er føroyskur politikari, landsstýriskvinna, fyrrverandi býráðslimur og fyrrverandi landsliðs svimjari. Annika er uppvaksin í Vági, hon er dóttir fyrrverandi skúlastjóra Jákup Olsen og Marnu Olsen (fødd Holm).
Lívsleið
Landstýriskvinna og løgtingslimur
Annika Olsen er landsstýriskvinna í almannamálum[1] og varaløgmaður frá november 2011. Hon var landsstýriskvinna í innlendismálum frá 26. september 2008 til november 2011. Annika varð vald á Føroya Løgting til løgtingsvalið í 2008 fyri Fólkaflokkin, áðrenn tað var hon virkin í býráðspolitikki, hon var býráðslimur í Tórshavnar Býráð.
Býráðslimur
Áðrenn Annika varð vald inn á Føroya Løgting, var hon býráðslimur í Tórshavnar býráð 2004-08.
Útbúgving og undirvísingarstørv
Annika er útbúgvin Cand.mag. í Norðurlendskum bókmentum og máli (høvuðslærugrein) við religión sum síðufak. Hon hevur undirvíst á Føroya Handilsskúla 2001-07 og á Føroya Studentaskúla og HF-Skeiði og á Føroya Læraraskúla 2007-08.
Landsliðssvimjari
Annika var góður svimjari sum barn og ung, hon svam fyri Vágs Svimjifelag, sum nú er lagt saman við Tvøroyrar Svimjifelag til Susvim. Annika svam eisini á føroyska svimji landsliðnum, m.a. til Oyggjaleikirnar í 1989 og 91. Hon gjørdist nummar 3 í 200 m bringu og nummar 3 í 4x50m blandað saman við Rúnu Poulsen, Anniku Anthoniussen og Duritu Dahl Djurhuus. Hon svam eisini 8x50m blandað fyri menn og kvinnur, tey gjørdust nummar tvey. Kvinnurnar vunnu eisini bronsu í 4x100m frí, tað gjørdu tær við tíðini 4:16.76.[2]
Keldur
Útvortis ávísingar
- Annika Olsen, heimasíðan hjá Løgtinginum.
- Annika Olsen, heimasíðan hjá Innlendismálaráðnum
- Annika Olsen, heimasíðan hjá Fólkaflokkinum