Jump to content

Ritroynd

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Ritroynd (fr. essai, en. essay). Stutt, eyðlisin ritgerð ella grein við persónligum, ofta skemtiligum, dámi, sum viðger eitt evni ella setir fram eina próvførslu uttan at vilja vera fullfíggjað ella fara út í æsir. R. er ikki so hátíðarlig í formi sum tann vísindaliga ritgerðin. At kalla hetta tekstslagið r. stavar frá franska høvundinum Montaigne, sum gav út bók við heitinum Essais, t.e. "royndir", í 1580, fyrsta dømið um hetta tekstslagið. Við heitinum gjørdi hann vart við, at hann ikki gjørdi krav um at hava loyst teir spurningar, sum hann viðgjørdi, ella at hava sett fram nakra lidna heimspekihugsan. Í Onglandi legði Francis Bacon við Essys (1597) støði undir eina ríka enska ritroyndahevd við nøvnum sum Addison, Steele, og úr 20. øld D. H. Lawrence og Virginiu Woolf. Í eldri tíð fevndi r., serliga á enskum, stundum um heimspekiligar yrkingar, t.d. A. Pope: Essay on Man 1732-34. R. er eitt fjølbroytt, opið tekstslag sum tekur skiftandi tíðarrák upp í seg. Í Norðurlondum setti Holberg hugsanir sínar um upplýsing og siðalag fram í r. Í 19. øld vóru bókmentir og mentamál yvirhøvur evni, sum nógvir viðgitnir høvundar skrivaðu r. um, t.d. Sainte-Beuve, Heine, Nietzsche, Brandes. Eisini í 20. øld blómaði r. Eitt eyðkenni, sum fylgir r. yvirhøvur, er, at hon tekur støði í tí persónliga og leitar haðani út í almennari hugleiðingar og útsagnir; umframt tann persónliga dámin eyðkennist r. ofta av óhátíðarligum, skemtandi ella speiskum huglagi. Føroyskir høvundar at r. eru eitt nú Sverri Patursson, Maria Mikkelsen, Tróndur Olsen, Sigurð Joensen, Jens Pauli Heinesen, Oddvør Johansen, Gunnar Hoydal og Hanus Andreassen.

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið