Reinsaríið
Reinsaríið er eitt spælistað í Tórsgøtu í Havn, ið læt upp alment 1. oktober 2014 við einum tiltaki, har livandi tónleikur var á skrá saman við røðum. Punkbólkurin 200 spældi løgini Við Love skal land byggjast og Makka rætt. Niclas og Lena spældu tvey løg, meðan húspianisturin hjá kommununi, Bárður Johannessen, ið eisini hevur verið verkætlanarleiðari í verkætlanini spældi jazzkendar tónar saman við Ólavi Olsen á flugelhorn. Heðin Mortensen, borgarstjóri, staðfesti í røðu síni, at tað hevði verið vert at bíða eftir hesum spælistaðnum, og at gamli dreymurin um at gera Tórsgøtu til mentanargøtuna í býnum burturav, nú var vorðin veruleiki. Í gøtuni eru nú Reinsaríið, Perlan, Margarinfabrikkin, Tjóðpallurin, Posthúskjallarin, Miðlahúsið umframt fleiri mat- og skeinkingarstøð.[1]
Reinsaríið varð handað Tórshavnar kommunu 12. september 2014.[2]
Bogi Andreasen var í september 2014 settur í starv sum samskipari fyri Reinsaríið og Perluna.[3]
Søgan hjá bygninginum
[rætta | rætta wikitekst]Við avtøku kongliga handilsins varð m.a. sonevnda 'Nýggja Pakkhús' í Vágsbotni (Frederiksvaag) selt á uppboði í 1857. Keyparin var handilshúsið C. F. Siemsen í Hamburg.
Í 1894 seldi keypmaðurin Johannes Hansen, týskur varakonsul, pakkhúsið fyri Siemsen til føroyska handilshúsið M. C. Restorff & Sønner. Konsul Hansen, sum hann kallaðist, var í starvi hjá Siemsen, og seinni keypti hann sjálvur fyritøkuna. Hann myndaði Siemsen í Havn, og harav stavar navnið Hansens pakkhús.
Í 1923 seldi M.C. Restorff & Sønner ognina til Thorshavns Mælkeforsyning & Margarinefabrik, Meiaríið. Keypssáttmálin nevnir ognina 'Hansens pakkhús'. Tey høvdu eitt nú framleiðslu av sápu í pakkhúsinum. Meiaríið helt fram í bygninginum og hevur havt vaskarí og reinsarí fram til 1970-árini. Maria Olsen hevði Reinsaríið í erva til fyri fáum árum síðan, meðan Postverk Føroya hevði eina pakkadeild í neðra.
Tað er sjáldsamt við eini húsaogn uppi í tí nýggjara býnum, har søguligu sporini ganga meira enn tvær øldir aftur til tað gamla samfelagið. Pakkhúsið er harnæst ein vitnisburður um virksemið hjá kongliga handlinum og hjá eitt av fyrstu útlendsku handilshúsunum í fríhandilstíðini, Siemsen, og síðan hjá eitt av fyrstu stóru føroysku handilshúsunum, Restorff - tá ið Føroyar gjørdust fiskivinnutjóð. Bygningurin hevur v.ø.o. staðið uppi og verið í brúktur í fleiri søgulig skeið.
Tórshavnar kommuna hevur átt bygningin síðan 1986.[4]