Paris Saint-Germain F.C.

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jump to navigation Jump to search
PSG

Paris Saint-Germain Football Club (stytt: Paris-SG ella PSG) er eitt franskt fótbóltsfelag úr París. Felagið varð stovnað í 1970. Besta mansliðið hjá felagnum hevur spælt í bestu fransku deildini, Ligue 1, síðan 1974.

Venjarin hjá PSG er Mauricio Pochettino, sum avloysti Thomas Tuchel fyrst í januar 2021.[1]

Ognarin hjá PSG er Qatar Sports Investments, eitt íløgufelag ür Katar, sum sitandi forseti og emir í Katar, Tamim bin Hamad al-Thani, eigur. Katariska íløgufelagið keypti franska ítróttafelagið í 2011.[2]

Heiður[rætta | rætta wikitekst]

Steyp Ferðir Ár
Franskur meistari (Ligue 1) 9 1986, 1994, 2013, 2014, 2015, 2016, 2018, 2019, 2020
Franskur cupvinnari 13 1982, 1983, 1993, 1995, 1998, 2004, 2006, 2010, 2015, 2016, 2017, 2018 og 2020
Ligacup 9 1995, 1998, 2008, 2014, 2015, 2016, 2017, 2018 og 2020
Europacup fyri cupvinnarar 1 1996

Slóðir úteftir[rætta | rætta wikitekst]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]