Osasco
| Grunddáta | |
|---|---|
| Búmerkið: | |
| Land: | |
| Vídd: | 65 km² (Kommuna) |
| Íbúgvar (2008): | 718.643 |
| fyri km²: | 10.981 |
| Postnummar: | 06000-000 |
| Heimasíða: | |
Osasco er ein býur og kommuna í Brasil. Býurin liggur í landslutinum São Paulo, og hevði 718.646 íbúgvar í 2008.
Søga
[rætta | rætta wikitekst]Økið, har ið Osasco er nú, varð fyrst bygt av Tupi-Guaraní fólkinum, sum er eitt av upprunafólkum Brasils. Býurin Osasco varð bygdur í 19. øld av italska tilflytaranum Antonio Agù. Í dag er ein av høvuðsgøtunum í býnum uppkallað eftir honum. Hann varð ættaður úr Osasco í landslutinum Torino í Norðuritalia. Tilfkytarar úr Italia, Spania, Portugal, Týsklandi, Írlandi, Armenia, Libanon, Ísrael og Japan fluttu til Osasco í hesum tíðarskeiði.
Osasco gjørdist sjálvstøðug kommuna hin 19. februar 1962.

Fólkatalsfrøði
[rætta | rætta wikitekst]Øll búgva í býarøki, onki landbúnaðarøki er í Osasco. Fólk í Osasco kunnu vænta at liva í 71,35 ár. Kvinnur í burðardyggum aldri fáa í meðal 1,94 børn í meðal. Barnadeyðiligheitin hjá pinkubørnum undir eitt ár er 15,64 fyri hvørji 1000 fødd børn. Fólkatalið er vaksið nógv seinastu árini. Í 1960 var fólkatalið 113.243, tíggju ár seinni var talið komið upp á 283.073. Í 1980 var fólkatalið 474.543, í 2000 var talið komið upp á 652.593 og í 2009 var fólkatalið vaksið upp til 718.646.
| Etniskir bóklar | Prosent |
|---|---|
| Hvít | 66.3% |
| Svørt | 4.5% |
| Pardo (Brún) | 27.5% |
| Asiatar | 0.8% |
| Amerindianarar | 0.2% |
Kelda: IBGE
Trúgv
[rætta | rætta wikitekst]| Trúgv | Prosent | Tal |
| Katolikkar | 64,75% | 422.553 |
| Protestantar | 20.54% | 134.042 |
| Uttan trúgv | 9.33% | 60.886 |
| Kadersistar | 0.90% | 5.873 |
| Buddhistar | 0,23% | 1.500 |
| Jødar | 0,04% | 261 |
Kelda: IBGE - Brazilian Institute of Geography and Statistics, 2000
