São Paulo

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Skjøldur Kort
Skjøldur hjá São Paulo Kort av São Paulo
Grunddáta
Land: Flag of Brazil.svg Brasil
Lutstatur: Bandeira do estado de São Paulo.svg São Paulo
Vídd: 1,522.986 km²
Íbúgvar (2011): 11.316.149
fyri km²: 7,943.818/km²
Heimasíða: Official Website

São Paulo (portugisiskt: São Paulo) er ein býur í Brasil. São Paulo er størsti býur í Suðuramerika, og ein tann býur í heiminum, sum veksur skjótast. Býurin hevur umleið 11 mió. íbúgvar og er størsti býur í Brasil og áttandi størsti býur í heiminum eftir fólkatalinum. Hann er miðdepil í brasilskum ídnaði og handli. Sløk helvt av landsins ídnaði er í São Paulo. Virkini gera klædnavøru, akfør, ravmagnslutir, heilivág og evnafrøðievni.

Samkynd kunnu giftast í brasilianska statinum São Paulo.

Søga[rætta | rætta wikitekst]

Mentan[rætta | rætta wikitekst]

Festivalar, skrúgongur og onnur mentanartiltøk[rætta | rætta wikitekst]

Karnival í São Paulo

Fleiri festivalar, skrúgongur og onnur mentanartiltøk verða hvørt ár hildin í São Paulo, eitt nú:

  • Karnival í Brasil verður eisini hildið í São Paulo, byrjað verður týsdag og hildið verður á til týsdagin áðrenn Øskumikudag, sum er byrjanin á føstuni. Samba-skúlar ganga skrúgongu fríggjadag og leygardag í karnival-vikuni.
  • São Paulo Altjóða Film Festivalur
  • Skrúgonga fyri Jesus verður hildin hvørt ár hósdagin eftir Trinitatis sunnudag. Í 2006 luttóku yvir 2 milliónir fólk, verður mett.
  • São Paulo Mótavika varð fyrstu ferð hildin í 1996. Mótavikan verður hildin í Ibirapuera Parkini.
  • Gay Pride Parade varð fyrstu ferð hildin í 1987

Ítróttur[rætta | rætta wikitekst]

Pacaembu, søguligt stadion í São Paulo, bygt í 1940

Fótbóltur[rætta | rætta wikitekst]

Eins og í restini av Brasil, er fótbóltur eisini her tann best dámdi ítrótturin. Tey størstu liðini eru kend sum "Jarn Trio'in" ("Trio de Ferro"): São Paulo FC, Palmeiras og Corinthians. Portuguesa er eitt rímuliga stórt felag, meðan Juventus og Nacional eru tvey smá feløg.

São Paulo verður ein av vertsbýunum til FIFA World Cup í 2014, har Brasil er vertstjóð til kappingina. Stadion hjá Corinthians, nevnt Arena Corinthians, verður bygt til endamálið.

Fótbóltsfeløg
Felag Deild Heimavøllur Stovnað (lið)
SC Corinthians Série A Arena Corinthians (verður bygt, 2013)

48.000 (68.000 til 2014 FIFA World Cup)

1910
SE Palmeiras Série B Arena Palestra Itália (verður bygt, 2013)

45.000

1914
São Paulo FC Série A Morumbi Stadium

67.428 (138.032 record)[1]

1935
Portuguesa Série A Canindé Stadium

19.717 (25.000 met)

1920
Juventus Campeonato Paulista Série A2 Rua Javari Stadium

7.200 (9.000 met)

1924
Nacional Campeonato Paulista Série B Nicolau Alayon Stadium

9.500 (22.000 met)

1919

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. "Estádio do Morumbi – Cícero Pompeu de Toledo". Pinheiros.com.br. http://www.pinheiros.com.br/city/morumbi/estadio.htm. Heintað May 6, 2009. 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið