Jump to content

Ortodoksa kirkjan

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Ortodoksa Kirkjan
Økumeniskt Patriarkat: Konstantinopel (Istanbul)
Onnur (søgulig)
Patriarkat:
Alexandria, Antiokia,
Jerusalem og Rom
Útbreiðsla.

Ortodoksa kirkjan er næststørsta kristna kirkjan. Gudstænasturnar hjá teimum eru ikki eins, men hóast tær eru ymiskar, trúgva allar tí, sum Jesus lærdi. Nógv kristin í Eysturevropa, Eysturafrika og Ásia eru ortodoks. Í ortudoksu kirkjunum eru nógvar halgimyndir, sum nevndar verða íkonar.

Í fyrstuni var kristindómurin katólskur, t.e. hann var um allan heim, men í 1054 klovnaði kirkjan. Pávin í Róm og erkibispurin (patriarkurin) í Konstantinopel gjørdust ósamdir um leiðsluna. Úrslitið varð, at kirkjan í Róm og kirkjan eystanfyri fóru sundur. Rómversku katolikkarnir og ortodoksa kirkjan í bæði Grikkalandi og Russlandi hava tó nógv átrúnaðarligt í felag. Tey ortodoksu góðtaka ikki myndugleika pávans.

Orientalska ortodoksa kirkjan er ein grein, ið loysti frá høvuðskirkjuni vegna ósemju á kirkjufundinum í Khalkedonum í árinum 451, hon gjørdist høvuðskirkjan í Egyptalandi, Sýria, Armenia, Eritrea og Etiopia.


Eftir Kristi deyða og uppreisn ferðaðust apostlarnir víða og boðaðu kristnu læruna og grundløgdu kirkjur í mongum londum. Tey fyrstu fimm patriarkatini vórðu stovnað í Alexandria, Antiokia, Jerusalem, Rom og Konstantinopel. Seinni blivu kirkjurnar í Sinai, Russlandi, Grikkalandi, Serbia, Bulgaria, Rumenia og nógva aðrastaðni grundlagdar.

Í ár 320 flutti keisarin Konstantin I rómverska høvuðsstaðin frá Rom til Konstantinopelar. Sum fylgja av hesum komu týdningarmestu hendingarnar í kirkjuni at ganga fyri seg í hesum øki. Allir kirkjufundir vórðu hildnir í ella nærhendis hesum býi. Trúboðarar frá Konstantinopel umvendu slavisku fólkasløgini og onnur í Eystureuropa og umsettu bíbliuna og liturgisku tekstirnar til lokalu tungumálini.

Orientalska ortodoksa kirkjan kvetti sambandið við høvuðskirkjuna á kirkjufundinum í Khalkedonum í árinum 451 vegna ósemju um Kristi náttúru. Rómversk-katólska kirkjan í Róm kvetti við hini patriarkatini eftir stóra klovningin í 1054.

Í rómverska patriarkatinum varð biskupurin av Rom pávin, sum eftirfylgjari Pætur apostuls, uppfataður sum høvur alheimskirkjunnar við guddómligum vilja, men eystanfyri sá man einans pávan sum fyrsta millum javnlíkar (patriarkarnar). Hesin munur vaks seg til avgerandi ósemju, sum fyrst og fremst kom til sjóndar í trúarjáttanini. Vestanfyri bleiv tað vanligt at leggja eitt element (kallað Filioque) aftrat, nakað sum bleiv avvíst eystanfyri. Hetta endaði við, at báðir partar fordømdu hvønannan í 1054. Oyðileggingin av Konstantinopel vegna 4 krossferðina í 1204 økti um fíggindakensluna, og royndir um semju í fylgjandi øldunum miseydnaðust. Ikki fyrr enn aftaná annan vatikanfundin í 1962-65 er orðaskiftið tikið uppaftur.

Trúarlæra og venja

[rætta | rætta wikitekst]

Kirkjubygnaður

[rætta | rætta wikitekst]
Ortodoks kirkja í Ulan Ude, Russlandi.
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið