Norrønt Atlantssamstarv
Norðurlendskt Atlantssamstarv ella NORA er nevnd undir Norðurlendska Ráðharraráðnum, sum arbeiðir við økissamstarvi í Norðuratlantshavinum. Nevndin er partur av marknaøkispolitiska samstarvinum hjá Ráðharraráðnum. Norðurlendska støðið og verkætlanarskipaða arbeiðið gevur NORA góðar møguleikar at seta í verk altjóða samstarv í økinum, samstarv sum byggir á norðurlendsk virði og mál.
NORA verður fíggjað av Norðurlendska Ráðharraráðnum og við partvísari fígging úr teimum fýra NORA londunum, Føroyum, Grønland, Íslandi og Noregi.
Nevndin í NORA er mannað við trimum umboðum fyri hvørt landið. Við strategi, sum fevnir yvir fleiri ár, ásetir nevndin yvirskipaða arbeiðssetningin hjá NORA.
Høvuðsskrivstovan hjá NORA er í Havn. Í Grønlandi, Íslandi og Norður- og Vesturnoregi eru kontaktpersónar, sum arbeiða fyri NORA.
NORA virkar fyri at styrkja samstarvið í økinum, so at Norðuratlantshavið verður eitt sterkt økið í Norðurlondum, eyðkent av góðari, burðardyggari og fíggjarligari menning. Hetta verður millum annað gjørt við at styrkja samstarvið millum vinnufyritøkur og granskingar- og menningarstovnar í teimum fýra NORA londunum.
Uppgávan hjá NORA er
[rætta | rætta wikitekst]- At skapa politiskar og fakligar karmar har kjak kann vera um felags norðuratlantiskar trupulleikar og menna felags ætlanir og átøk.
- At miðla og seta í verk verkætlanarsamstarv.
- At virka fyri menning í tráð við norðurlendsku Slóðarheiti hugsanina um burðardygga menning.
- At menna NORA til ein áhugaverdan viðleikara í norðurlendskum samstarvi við grannalondini í økinum.
Norðuratlantiska Tankasmiðjan
[rætta | rætta wikitekst]Í november 2011 kunngjørdi Norðurlendska Tankasmiðjan sítt fyrsta tilmæli. Tey mæla til, at at ein tvørfaklig masterútbúgving verður skipað í samstarvi millum universitetini í Grønlandi, Íslandi, Føroyum og Strandar-Noregi við heitinum Management and Development in the High North. Tað er NORA, ið hevur stovnað Norðuratlantisku Tankasmiðjuna. Tvey umboð úr hvørjum limalandi eru limir í nevndini, tey eru:
- Tine Pars, rektari á Ilisimatusarfik, universitetið í Grønlandi.
- Henrik Leth, stjóri í Sulisitsisut, grønlandska arbeiðsgevarafelagið.
- Halla Helgadóttir, stjóri á Hönnunarmiðstöð, íslendska Design Center.
- Karl Benediktsson, professari í samfelagsgeografi, Háskóli Íslands, íslendska universitetið.
- Frank Aarebrot, professari í komparativum politikki, universitetið í Bergen.
- Arne O. Holm, serráðgevi hjá Nordområdesenteret í Bodø.
- Hermann Oskarsson, stóri á Hagstovu Føroya.
- Sonja Jógvansdóttir, samskipari hjá SAMTAKI,
Ávísingar úteftir
[rætta | rætta wikitekst]Norrønt Atlantssamstarv Archived 2008-09-23 at the Wayback Machine