Naddoddur

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jump to navigation Jump to search

Naddoddur (norrønt: Naddoddr, íslendskt: Naddoður ella Naddoddur Ásvaldsson[1]) var víkingur, ið uppdagaði Ísland umleið ár 860.

Søga[rætta | rætta wikitekst]

Sambært Landnámabók var Naddoddur føddur í Agder í Noregi og var millum fyrstu norðmenn í Føroyum, eftir at Grímur Kamban sum tann fyrsti hevði sett búgv har.

Einaferð var hann ávegis aftur til Føroya úr Noregi, men á veg heimaftur kom hann í ódnarveður, misti rætningin og sigldi tí til Íslands. Hann legði at landi í Reyðarfjørði, men fann har ongi fólk. Tað kavaði tann dagin, tey fóru aftur til Føroya, og kallaðu tey tí nýggja landið fyri Snjóland. Seinni fekk landið sítt núverandi navn, Ísland.

Møguliga er Naddoddur faðir at Ann Naddodsdóttir úr Hetlandi. í 1850 funnu granskarar navnið á Naddoddi í rúnusteini á oynni Bressay í Hetlandi. Á rúnasteininum var ogam-alfabeti, ið er blandingur av piktiskum og norrønum:

CROSCC NAHHTVVDDARRS DATTR ANN

Hetta hava granskarar tulkað sum "ein krossur til minni um Ann, dóttir Naddodds"

Tað kann tó ikki prógvast, at faðirin til kvinnuna Ann er sami Naddoddur, sum tann, ið uppdagaði Ísland. Tað er eisini vorðið sagt, at Naddoddur sigldi víðari og kom til Amerika 150 ár áðrenn Leivur Hepni, men er tað einans gitingar.

Sí eisini[rætta | rætta wikitekst]

Slóðir úteftir[rætta | rætta wikitekst]

Keldutilfar[rætta | rætta wikitekst]

  1. "Aðrir miklir landkönnuðir í þessari ætt voru Naddoddur Ásvaldsson hinn færeyski sem fann ísland og Leifur sonur Eiríks sem fyrst- ur kannaði austurstrendur Norður-Ameríku ..." Uppreisnin á Grænlandi árið 1271, timarit.is