Nón (tónleikaútgáva)
Nón er fyrsta tónleikaútgávan hjá Døgg Nónsgjógv í fullari longd, hon hevur áður útgivið stakløgum, t.d. Tú Tók Mína Hond, ið varð kosin Ársins poppsangur á Faroese Music Awards 2014. Nón kom út í oktober 2015 og hevur 8 sangir. Nón er útgivin sum fløga av plátufelagnum Tutl[1] og er eisini útgivin á iTunes.[2] Tveir av sangunum, ið eru á útgávuni, hevur Døgg útgivið fyrr sum stakløg, talan er um Tú Tók Mína Hond og Tú Ert Hjá Mær.
Uni Arge eigur orð og lag til sangin Túsundtals Ár, har ið pápi Døgg, ið doyði fyri 11 ár áðrenn fløgan hjá Døgg kom út, spælir guitar. Døgg segði í sendingini Brunsj hjá Kringvarpinum hin 9. oktober 2015, at pápi hennara ofta spældi og sang sangin hjá Una Arge, og at ein upptøka varð gjørd, har ið pápi hennara, Birgir Nónsgjógv, spældi guitar. Fløgan er ognað pápanum, Birgir Nónsgjógv. Jens L. Thomsen hevur upptikið, ljóðblandað og framleitt fløguna. Matt Colton á Alchemy Mastering í London hevur mastrað fløguna. Afturat Døgg eru systir hennare Drós Reinert Joensen, Hans Jacob Kollslíð, Allan Tausen, Jens L. Thomsen og Marius Ziska við á fløguni.[3]
Døgg greiddi frá í útvarpssendingini Brunsj, at lagið til sangin Tú Og Eg hevði hon gjørt í felag við Hans Jacob Kollslíð, har hon hevði gjørt ogð og lag til niðurlagið, og hann hevði gjørt orð og lag til versini. Sangurin Ongi orð er skrivaður av Hans Jacob Kollslíð (orð) og Marius Ziska (lag). Døgg og Marius syngja duett saman. Blá tár er ein yrking, ið Døgg yrkti, tá ið hon var 16 ára gomul og er um sor.[4]
Sangir á fløguni
[rætta | rætta wikitekst]- Tú Tók Mína Hond (2:36)
- Tú Og Eg (2:26)
- Mánin (2:59)
- Ringrásin (2:04)
- Blá Tár (4:14)
- Ongi Orð (3:04)
- Tú Ert Hjá Mær (3:08)
- Túsundtals Ár (4:23)