Mr. Bean's Holiday
Land | Bretland |
Mál | Enskt |
Filmsslag | Skemtifilmur |
Leikstjórn | Steve Bendelack |
Framleiðari | Peter Bennet-Jones Tim Bevan Eric Fellner |
Leikrit | Rowan Atkinson |
Tónleikur | Howard Goodall |
Fíggjarætlan | $ 25 mill. |
Spælitíð | 86 minuttir |
Útgávudato | 30. mars 2007 24. august 2007 |
Almenn heimasíða | MrBeansHoliday.net |
Mr. Bean's Holiday er ein bretskur filmur úr 2007. Filmurin varir í 86 minuttir. Filmurin er tikin upp í Fraklandi. Høvuðsleikarar í filminum eru Rowan Atkinson, Emma de Caunes og Willem Dafoe. Filmurin eru framleiddur í Bretlandi.
Tá Mr. Bean (Rowan Atkinson) vinnur eina ferð til Fraklands, er hann ikki sørt glaður. Við einum lítlum kufferti og einum flottum upptøkutóli, ið var við í vinninginum, fer hann við flogfarinum til Fraklands og skal taka tokið til Cannes, ið er staðið, hann skal búgva. Men alt gongur ikki heilt sum ætlað. Tá hann skal omborð á tokið, skal hann sjálvandi hava film av sær sjálvum. Hann biður ein tilvildarligan mann filma seg, ímeðan hann gongur inn í tokið, og hetta førir við sær, at maðurin ikki nær tokið. Tá Mr. Bean sær, at sonur mannin longu er inni í tokinum og hoyrir, hvussu teir rópa í panikki um, hvat nú er at gera, fær hann skuldarkenslu, serliga tá hann sær, hvussu ørkymlaður drongurin er. Hann ger av at royna at hjálpa dreinginum at finna pápan aftur. Men alt gongur ikki sum ætlað.
Teir hava trupult við at samskifta, tí at teir ikki skilja málið hjá hvørjum øðrum, eftirsum drongurin er russari, men hóast tað kemur eitt heldur løgið vinarlag teirra millum. Tá Bean missir mappuna og tokbillettina burtur á eini tokstøð, sær alt rættiliga svart út. Teir noyðast at bidda og framføra gøtusjónleik fyri at skaffa sær pengar til at finna pápa dreingin aftur.
Á hesi longu ferð hitta teir eisini ungu sjónleikarinnuna Sabine (Emma de Caunes), ið hevur stórar dreymar um at gerast heimskend sjónleikarinna. Hon bjóðar seg til at koyra Bean og dreingin til Cannes, av tí at hon sjálv er á veg hagar til ein films festival. Hon skal til premieruna til ein film, ið hon hevur ein lítlan, men avgerðandi leiklut í. Tó hava filmsfólkini snýtt hana, og av hesum gerst hon sera skuffað.