Walt Disney Classics
Walt Disney Classics ("Meistaraverk Disney"), var ein røð av teknifilmum á sjónbondum (VHS), sum vóru givin út av Walt Disney Home Video. Filmarnir vóru givnir út ímillum 1984 og 1994 á amerikanska, evropiska, japanska og avstralska marknaðinum í avmarkaði tíðarskeið.
Søgan
[rætta | rætta wikitekst]Disney nýtur orðið "classics" (meistarverk) til at lýsa trimum sløgum av filmum teirra í fullri longd. Fyrsta týpan, tann sum flest kenna sum klassikarir, eru animeraðir teknifilmar, ið hava eina samanhangandi søgu í gjøgnum allan filmin. Næsta týpan eru filmar samansettir av fleiri stuttsøgum. Eitt dømi um hetta er filmurin The Many Adventures of Winnie the Pooh frá 1977, sum var ein samling av fleiri stuttfilmum hjá Winnie the Pooh, sum høvdu verið útgivnir áður, bara hvør sær. Triðja týpan, sum verður tald upp í meistaraverkini, eru filmar sum partvís eru animeraðir, og partvís veruligir. Tað vil siga ein blanding av teknifilmi og sjónleikarafilmi. Dømi um hetta eru filmarnir Mary Poppins, Bedknobs and Broomsticks og Pete's Dragon.
Meistaraverk Disney bleiv tað sum tað er í dag vegna stovnan Disney sjónvarstøðina (Disney Channel). Tá starvsfólkini hjá Disney fóru í gjøgnum tað stóra filmsavnið í 1983, til at velja filmar at sýna á tí nýggju støðini, avgjørdu tey at vísa, nakrar av teimum mest umtóktu filmunum, sum Alice in Wonderland og Mary Poppins, men í savninum vóru so 15 animeraðir filmar aldrin skuldu vísast.
Hesar filmarnir høvdu aldrin verið vístir í sjónvarpi ella verið útgivnir á sjónband. Hesir filmar høvdu aldrin verið at síggja, burtursæð frá tá teir gingu í biograf í sínari tíð. Hesir filmar vórðu kallaðir "The Untouchables" (Teir ónemanligu). Hesir 15 filmarnir høvdu verið grunnsteinar í bygnaðinum av Walt Disney fyritøkuni. Ferð aftaná ferð teir vóru endursendir í biografarnar, sum var sirka hvørt sjeynda ár, tjenaðu teir eina rúgvu av peningi. Tí føldu starvsfólk Disney, at við at geva hesar filmar út á sjónbond, vóru fleiri sum fingu gleði av teimum, tey sloppu undan at endursenda teir í biografarnar, og filmarnir livdu longur.
Teir 15 ónemanligu filmarnir vóru: Snow White and the Seven Dwarfs, Pinocchio, Fantasia, Bambi, Cinderella, Peter Pan, Lady and the Tramp, Sleeping Beauty, 101 Dalmatians, The Sword in the Stone, The Jungle Book, The Aristocats, Robin Hood, The Rescuers, og The Fox and the Hound.
Allir filmar, ið vístu eina samanhangandi søgu, vóru partur av hesum 15 burtursæð frá Dumbo og Alice in Wonderland, sum longu høvdu verið at sæð í sjónvarpi. Hesr filmar vórðu tó seinni eisini útgivnir á sjónband.
Til at tjena meiri pening, vórðu flestu filmarnir útgivnir beint undir jól, soleiðis at yvirskotið av søluni kundi verða sum størst.
Útgávur
[rætta | rætta wikitekst]Legg til merkis at her er tosað um útgávuár í USA.
1984: Robin Hood
[rætta | rætta wikitekst]Fyrsti filmurin sum kom út í røðini var Robin Hood. Disney fyritøkan metti hetta at vera ein góð byrjan, har sum filmurin ikki var so eftirsóttur av almenninginum, og fór neyvan at verða endursendur í biografarnar, vegna vánaligar inntøkur. (Filmurin hevði verið í biografinum í 1982, við skuffandi unditøkum.)
1985: Pinocchio og Dumbo
[rætta | rætta wikitekst]Pinocchio hevði verið endursýndur í biografunum í 1984 við stórari undirtøku, har hann tjenaði yvir 26 milliónir amerikanskir dollarar. Tí var stórt ivamál um filmurin skuldi útgevast á sjónband. Summi vildu goyma hann til endursýningar í biografunum, tá hann hevði stórar inntøkumøguleikar. Meðan onnur meintu, at hann tjenaði ongan pening ímeðan hann sat og savnaði dust ímillum sýningar, og skuldi heldur tjena pengar á sjónbandamarknaðinum. Tí var avgjørt at Pinocchio skuldi útgevast á sjónband, men vera eitt sindur dýrari, enn minni umtóktir filmar sum Robin Hood og The Sword in the Stone.
Pinocchio varð útgivin tann 16. juli 1985, aftaná eina sjónvarpslýsingarherferð sum kostaði 1 millión dollarar.
"Making Your Dreams Come True" lýsingarherferðin
[rætta | rætta wikitekst]Umleið 125.000 eintøk av Pinocchio vórðu seld í juli og august hetta árið, men í september avgjørdi Disney at lækka prísin á Pinocchio, og 20 øðrum titlum, samstundis sum teir útgóvu Dumbo, sum part av meistaraverkunum. Hendan príslækking var í gildi frá 3. desember 1985 til 31. januar 1986, og hevði við sær at Pinocchio gjørdist bestseljari á sjónbandamarknaðinum. Tann knappa avgerðin um príslækkingina, gav stórar trupuleikar. Fólk sum júst høvdu keypt Disney filmar áðrenn príslækkingina kravdu endurgjald á prísmuninum.
Tá 1986 endaði, var tað mett at Pinocchio hevði verið seldur í umleið 250.000 eintøkum. Pinocchio varð eftir hetta vístur á Disney sjónvarpsstøðini.
The Sword in the Stone varð útgivin 25. mars 1986 og sostatt tann fjórði klassikarin útgivin á sjónbandi.
27. mai 1986 varð Alice in Wonderland útgivin, nú sum partur av klassikarunum, í sambandi við eina nýggja lýsingarherferð.
14. oktober 1986 bleiv Sleeping Beauty útgivin og sætti klassikarin í røðini. Sleeping Beauty var samstundis fyrsti klasikkarin, at verða broyttur digitalt, til at betra um bæði ljóð og mynd.
Í sambandi við eina jólalýsingarherð seldi Disney næstan 5 milliónir sjónbond jólini 1986, meir enn nøkur onnur filmsfyritøka. Svøvnrósa seldist í 1.2 milliónum eintøkum, og bleiv best selda sjónband í 1986.
1987: Lady and the Tramp
[rætta | rætta wikitekst]Lady and the Tramp vóru útgivni 6. oktober 1987, sum sjeynda meistaraverkið í røðini. Filmurin seldi 3.2 milliónir eintøk, og bleiv best selda sjónband nakrantíð. Jólalýsingarherferð hjálpti Disney at bróta øll sølumet, og seldi 7.5 milliónir sjónbond jólini 1987.
1988: Cinderella
[rætta | rætta wikitekst]Eftir mótstøðu fra stjórum Disney, varð endiliga avgjørt at útgeva Cinderella á sjónband tann 4. oktober 1988. Hetta var aftaná at filmurin hevði tjenað 35 milliónir dollarar í biografunum árið áðrenn.
Disney fór í gongd við enn eina jólalýsingarherferð, hesurferð í samstarvi við Coca-Cola. Disney seldi 11.5 milliónir sjónbond jólini 1987, har ímillum 5.4 eintøk av Øskufíu. Øskufía seldi 7.4 milliónir eintøk í 1987, og var nummar tvey á listanum yvir ársins mest seldu filmar. Nummar eitt á listanum var E.T. the Extra-Terrestrial við 14. milliónum eintøkum.
1989: Bambi
[rætta | rætta wikitekst]Bambi, sum Disney mett at verða sín mest virðismikla film (í inntøkum), varð útgivin 28. september 1989.
1990: The Little Mermaid og Peter Pan
[rætta | rætta wikitekst]Síðani útgávuna av Sleeping Beauty í 1986, var tað vorðið vanligt at eitt nýtt meistaraverk kom út stutt áðrenn jól, men aldrin fyrr en tað. Tí kom tað nógvum av óvart, tá tað var kunngjørt tíðliga í 1990 at The Little Mermaid skuldi útgevast sama. Filmurin hevði verið frumsýndur í biografunum 17. november 1989, og var tí enn vístur á fleiri støðum.
The Little Mermaid varð fyrsta meistaraverk, framleitt aftaná hini 15 ónemanligu (tey vórðu framleidd ímillum 1937 og 1981), at sleppa upp í savnið.
The Little Mermaid varð útgivin 15. mai 1990 seldi 10 milliónir eintøk í, sum var nóg til at verða ársins best selda sjónband.
Við útgávuni á The Little Mermaid fyrr á árinum, var pláss fyri enn einar útgávu áðrenn jól 1990. Sostatt varð Peter Pan útgivin 21. september, frískur úr endursýningu í biografunum árið fyri. Peter Pan seldi 7 milliónir eintøk í 1990.
1991: The Jungle Book, The Rescuers Down Under, og Fantasia
[rætta | rætta wikitekst]The Jungle Book, sum hevði verið endursýnd í biografunum summarið áðrenn, varð útgivin 3. mai 1991.
Robin Hood varð endurútgivin 12. juli, eftir at hava verið tikin av marknaðinum í 1987. Hetta tóktist løgin marknaðarføring, tá flestu børn eru í summarfrítíð hatta tíðarskeiðið, og neyvan sita inni og hyggja eftir film. Disney vildi nýta sær tað, at vælumtókti filmurin Robin Hood: Prince of Thieves (við Kevin Costner í høvuðsleiklutinum) spældi í biografunum, og nýta tað sum lýsing fyri Disney filmin um Robin Hood.
The Rescuers Down Under, sum varð framhald av filminum The Rescuers, varð útgivin 20. september 1991.
Fantasia varð útgivin 1. november, aftaná fleiri ár av noktanum hjá Disney um at útgeva filmin á sjónband. Fantasia varð fyrsta meistaraverkið at vera útgivið sama dag runt um heiminum, ella í 46 londum. Fantasia seldi 14.4 milliónir sjónbond og laserdiscs.
1992: 101 Dalmatians, The Great Mouse Detective, The Rescuers, og Beauty and the Beast
[rætta | rætta wikitekst]101 Dalmatians varð útgivin tann 10. apríl 1992, The Great Mouse Detective tann 17. juli og The Rescuers tann September 18.
Beauty and the Beast varð útgivin tann 30. oktober, aftaná at hava verið framsýndur í biografunum árið fyri. Filmurin var sera væl umtóktur, seldi 20 milliónir eintøk, og tjenaði 200 milliónir dollarar í 1992.
1993: Pinocchio (endurnýggjað útgáva) og Aladdin
[rætta | rætta wikitekst]Pinocchio varð endurútgivin í einari endurnýggjaðari útgávu tann 26. mars 1993. Lýsingarherferðin var: "Síðstu ferð at fáa í hesi øld", útsøgn sum vísti seg at vera skeiv, tá Pinocchio varð endurútgivin fyri triðju ferð í 1999, til at hátíðarhalda 60 ára útgávudagin sum skuldi haldast í 2000.
Aladdin varð útgivin 1. oktober 1993 á sjónband og laserdisc. Aladdin kom at vera best selda meistaraverk í meistaraverk røðini frá 1985 - 1994.
1994: The Fox and the Hound
[rætta | rætta wikitekst]The Fox and the Hound varð útgivin 4. mars 1994. Summi eintøk høvdu filmsbrot frá filminum The Lion King, onnur brot úr filminum The Return of Jafar, sum vóru frumsýndir í biografunum seinni sama ár.