The Rescuers

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
The Rescuers
Leikstjórnað
Framleitt
Filmshandrit
Við støði í The Rescuers og Miss Bianca 
eftir Margery Sharp
Tey leikandi
Tónleikur
Útgevari James Koford
James Melton
Framleiðslu
fyritøka
Filmsútleigari Buena Vista Distribution
Útgávudagar
  • 22 juni 1977 (1977-06-22)
Filmslongd
77 minuttir
Land USA
Mál Enskt
Búskett $1.2 milliónir
Atgongum.søla $71.2 milliónir[1]

The Rescuers ("Bjargararnir"; danskt heiti: Bernard og Bianca) er ein amerikanskur teknifilmur frá 1977, framleiddur av Walt Disney Productions og varð frumsýndur fyrstu ferð í Amerika hin 22. juni 1977 og 26. desember 1978 í Danmark. Hann er hin 23. filmurin í røðini av teimum klassisku Disney teknifilmunum og byggir á skaldsøgurnar hjá Margery Sharp The Rescuers og Miss Bianca frá 1959 og 1962.

Filmurin er framleiddur av Wolfgang Reitherman og Ron Miller og leikstjórnaður av Wolfgang Reitherman, John Lounsbery og Art Stevens. Filmstónleikurin bleiv skrivaður av Artie Butler, meðan Carol Connors, Ayn Robbins og Sammy Faina hava skrivað tekstin. The Rescuers var ein av teimum best umtóktu filmunum í 1977. Filmurin gav 39 milliónir 215.869 amerikanskir dollarar í vinningi kring heimin. Ein framhaldsfilmur, The Rescuers Down Under ("Bjargararnir í Avstralia"; danskt heiti: Bernard og Bianca: SOS fra Australien), varð sýndur í biografunum í 1990.

Søgugongd[rætta | rætta wikitekst]

Filmurin snýr seg um tvær mýs, ið eita Bernard og Bianca. Hesar bjarga gentuni Penny, ið var blivin burturførd av smúkkutjóvinum Madame Medusa.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. "The Rescuers". Box Office Mojo. http://www.boxofficemojo.com/movies/?id=rescuers.htm. Heintað 5. januar 2012. 

Slóðir úteftir[rætta | rætta wikitekst]