The Jungle Book (1967 filmur)

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

The Jungle Book ("Frumskógarbókin"; danskt heiti: Junglebogen) er ein amerikanskur teknifilmur frá 1967, framleiddur av Walt Disney Productions. Filmurin er hin 19. í røðini av teimum klassisku Disney teknifilmunum og tann seinasti filmurin sum Walt Disney varð við til at framleiða, tí hann doyði, meðan hann bleiv framleiddur. Filmurin leysliga byggir eftir bókini hjá Rudyard Kipling við sama heiti um dreingin Mowgli, ið veksur upp millum djórini í tí indiska frumskóginum. Filmurin varð frumsýndur fyrstu ferð í Amerika hin 18. oktober 1967. Í 2003 kom ein framhaldsfilmur, The Jungle Book 2 ("Frumskógarbókin 2", danskt heiti: Junglebogen 2), sum varð sýndur í biografunum.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]


Slóðir úteftir[rætta | rætta wikitekst]