The Fox and the Hound

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
The Fox and the Hound
Leikstjórnað
Framleitt
Søga
  • Larry Clemmons
  • Ted Berman
  • David Michener
  • Peter Young
  • Burny Mattinson
  • Steve Hulett
  • Earl Kress
  • Vance Gerry
Við støði í The Fox and the Hound 
eftir Daniel P. Mannix
Tey leikandi
Tónleikur Buddy Baker
Útgevari
  • James Melton
  • Jim Koford
Framleiðslu
fyritøka
Filmsútleigari Buena Vista Distribution
Útgávudagar
  • 10 juli 1981 (1981-07-10)
Filmslongd
83 minuttir
Land USA
Mál Enskt
Búskett $12 milliónir[1]
Atgongum.søla $63,5 milliónir[2]

The Fox and the Hound ("Revurin og jagthundurin", danskt heiti: Mads og Mikkel) er ein amerikanskur teknifilmur frá 1981, sum leysliga byggir á skaldsøguna hjá Daniel P. Mannix við sama heiti. Filmurin er framleiddur av Walt Disney Productions og varð frumsýndur fyrstu ferð í Amerika hin 10. juli 1981 og 30. juni 1995 í Danmark. Filmurin er tann 24. í røðini av teimum klassisku teknifilmunum frá Disney.

Filmurin er leikstjórnaður av Ted Berman, Richard Rich og Art Stevens og røddirnar eiga: Mickey Rooney, Kurt Russell, Pearl Bailey, Jack Albertson, Sandy Duncan, Jeanette Nolan, Pat Buttram, John Fiedler, John McIntire, Dick Bakalyan, Paul Winchell, Keith Mitchell og Corey Feldman. Til donsku útgávuna av filminum vóru tað eitt nú hesir sjónleikarar, ið leggja røddir til filmin: Claus Ryskjær, Jess Ingerslev, Lone Kellermann, Hugo Herrestrup, Kirsten Hansen-Møller, Elin Reimer, Poul Thomsen, Hannibal Nielsen og Kim Soya Barkung.

Filmurin var ein av teimum best umtóktu filmunum í 1981. Filmurin gav 39 milliónir 900.900 amerikanskir dollarar í vinningi kring heimin. Filmstónleikurin bleiv skrivaður av Buddy Baker, meðan Richard Johnston, Richard Rich, Jim Stafford og Jeffrey Patch hava skrivað tekstin. Filmurin varð útgivin av nýggjum til sýning í biografunum 25. mars 1988. Filmurin varð fyrstu ferð útgivin í 1994 á VHS-bandi í USA. Í 2000 varð hann útgivin á DVD.

Tá filmurin kom út, var tað tann mest kostnaðarmikli at framleiða til tá, filmurin kostaði tá 12 milliónir amerikanskir dollarar.[1] Ein beinleiðis-til-video framhaldsfilmur, The Fox and the Hound 2 (danskt heiti: Mads og Mikkel 2), kom út sum DVD í 2006.

Søgugongd[rætta | rætta wikitekst]

Filmurin snýr seg um eitt ómakað vinapar, ein reyðan rev, sum eitur Tod (í donsku versjónini: Mikkel) og ein blóðhund, sum eitur Copper (í donsku versjónini: Mads). Teir báðir kempa fyri at varðveita vinarlagið. Teir gjørdist vinir, sum heilt ungir. Vinskapur teirra verður seinni hart roynt, tí at Copper verður vandur til at gerast ein jagthundur.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. 1.0 1.1 Ansen, David (13. juli 1981). "Forest Friendship". Newsweek: 81.  Check date values in: |date= (help)
  2. "The Fox and the Hound (1981)". Box Office Mojo. http://www.boxofficemojo.com/movies/?id=foxandthehound.htm. 

Slóðir úteftir[rætta | rætta wikitekst]