Marmennil
Marmennil er ein yvirnáttúrulig vera.
Hann er líkur fólki, men er góðan mun minni í vakstralagi; fingrarnir á honum eru langir. Hann livir á havsbotni og ger útróðrarmonnum mein við at bíta agnið av onglunum og seta fast í botn, so at teir mega slíta snørini; verður hann krøktur, er hann so handa-fimur, at hann kann at loysa teymarnar undan snørinum og soleiðis sleppa undan at verða drigin upp undir borð sum annar fiskur og tikin inn í bát[1].
Marmennilin gongur aftur í fleiri søgnum í Føroyum, m.a. í Elduvík.
Marmennilin er fleiri ferðir avmyndaður av listamanninum William Heinesen, men er eisini at síggja á standmyndunum á grótkastinum uttanfyri bátahylin í Fuglafirði, umframt eisini at verða avmyndaður við standmynd í Elduvík, sum er gjørd av myndahøggara Hans Paula Olsen. Eisini hevur Annika Hoydal ein sang við sama navni.
- (1985) - Heygar og Dreygar - Avmyndaður á bandahúsa - Yggdrasil
- (1997) - Heitislag: Marmennil - á útgávuni Havið - Annika Hoydal
- (2004) - Portrið til heimin - 5 standmyndir í Fuglafirði avdúkaðar - Kunstgruppen 7*9*13
- (2020) - Standmynd í Elduvík avdúkað - Hans Pauli Olsen
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ Hammershaimb, V.U. (1891). "Marmennil og Anfinnur bóndi í Elduvík". Færøsk Anthologi I. Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2020-08-11. https://web.archive.org/web/20200811122734/https://snar.fo/sagnir/elduvik/marmennil/. Heintað 25-05-2020.