Jump to content

Lofoten

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Nógvar brýr, berghol og ferjur binda oyggjarnar í Lofoten saman.
Strondin í Ramberg.

Lofoten (norðursámiskt: Lufuohttá, lulesámiskt: Lufoahtta) er ein oyggjabólkur í Norðurnoregi. Oyggjarnar liggja beint sunnanfyri Vesterålen. Oyggjarnar liggja í Norskahavinum. Tær størstu av Lofoten oyggjunum eru: Austvågøya 526,10 km², Vestvågøya 411,05 km², Moskenesøya 185,94 km², Flakstadøya 109,76 km², Gimsøya 46,36 km², Værøya 15,74 km² og Røstlandet 3,60 km². Tær størru bygdirnar eru: Svolvær, Leknes, Kabelvåg, Gravdal, Stamsund, Ballstad, Sørland og Henningsvær. Grótslagið er av tí elsta í heiminum. Fjøllini verja fyri tí kalda norðanvindinum, og tí er havnin so góð og lýggj. Fiskivinnan eigur lívið í fólkinum her, helst turri fiskurin, sum er týdningarmikil útflutningsvøra.

Tann flógvi Golfstreymurin hevur stóran týdning fyri veðurlagið í Norðuratlantshavi. Hóast Lofoten er nógv norðari enn Nuuk, er veðurlagið nógv lýggjari. Í Nuuk er pakkísur og rekaísur fleiri mánaðir um árið, men her ger golfstreymurin, at sjógvurin frystir ikki fram við allari norsku strondini. Tað hevur nógv at siga fyri fiskivinnuna í Lofoten. Størsta bygdin er Svolvær. Hon liggur væl afturundir, fjøllini eru høg. Svolvær er í Vågans kommunu. Av tí, at so nógvur fiskur var at fáa eftir kríggið, 1940-1945, búðu nógv fólk í Vågan tá. Upp ígjøgnum sekstiárini góvust nógvir útróðrarmenn, men tað eydnaðist kommununi at útvega teimum annað arbeiði, so fólkatalið hevur hildið sær.

Enn er Lofoten stórt fiskivinnupláss, men fiskiførini eru nógv fækkað. Hundraðtals bátar róðu út her, tá ið fiskivinnan var upp á tað besta. Í hølunum á bátunum komu handilsfólk og handlar. Seinni vórðu virki bygd at virka fiskin. Og nú koma ferðafólk í hópatali at síggja hetta sermerkta oyggjalandið. Trýstið á Lofoten, eitt av teimum vælumtóktu ferðamálunum í Norra, er stórt. Útivið ein millión ferðafólk vitjaðu Lofoten í 2016.

Lofoten er gýtingarøkið hjá toskastovninum í Barentshavi. Frá fyrndartíð hava menn vitað um, at toskur í millióntali kemur á hvørjum vári á grunnar innanfyri Lofoten við Norðurnoregs strendur at gýta. Í 2022 avreiddu útróðarmenn í Lofoten uml. 35,000 tons av stórum toski. Tað er so mikið nógv, at meginparturin má verða seldur til aðrar partar í Noregi og uttanlands. Skal fiskurin halda sær, må hann virkast. Hann kann verða frystur ella niðursjóðaður í blikk. Men nógvur fiskur verður turkaður, og nógv verður eisini saltað. Nógvur saltfiskur og turrur fiskur verður seldur í Suðurevropa. Á henda hátt gevur fiskurin nógv arbeiði í Lofoten, umframt at hann gevur Lofoten og Noregi góðu inntøku.

Hvørt ár fer stóri toskurin heilt norðan úr Barentshavi á longu ferð sína suðureftir. Hann svimur einar 1000 km suður á grynnurnar við Lofoten. Har gýtir hann, og rogn og yngul reka við Golfstreyminum norður aftur í Barentshav. Várróðurin í Lofoten byrjar, tá ið hesin stóri gýtingartoskurin, teir nevna “skrei”, er komin suður á grynnurnar. Hesin róður hevur størsta týdning fyri fólkið í Lofoten. Tey fáa fylt hjallarnar, umframt at útróðrarmenn og fiskafólk á landi fáa góða inntøku burturúr at fiska fiskin og virka hann.

Í fimtiárunum róðu einir 20,000 menn út um várarnar í Lofoten. Nógvir komu langvegis. Tí máttu teir hava onkustaðni at búgva, og onkustaðni har teir fingu bøtt reiðskapin. Á bátunum var ov trongligt. Ístaðin vóru skúrar settir upp niðri við sjóvarmálan. Síðan eru útróðrarmenninir vórðnir færri og færri, og nógvir skúrar standa tómir. Men við ferðavinnuni fingu tey aðrar møguleikar. Nú eru fleiri skúrar innrættaðir av nýggjum, og nú kunnu ferðafólk leiga teir.

Av tænastuvinnum er ferðavinnan størst. Ferðavinna spælir ein stóran leiklut á fleiri av Lofoten oyggjunum. Náttúran hugtekur listafólk og ferðafólk. Reinebringen, sum er 448 metrar høg, telist millum mest eftirspurdu støð í Noregi hjá ferðafólki, sum leita sær niðan í fjøllini. Slavna havluftin ger, at tað regnar og kavar illa. Men tað regnar minst um summarið, tá ið ferðafólkini eru. Nógv ferðafólk koma við bili. Men bátar og skip hava stóran týdning enn. Vegur er til flest øll pláss í oyggjunum.