Lakssild

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jump to navigation Jump to search
Lakssild
Maurolicus muelleri.jpg
Vísundalig flokking
Kingdom: Animalia
Phylum: Chordata
Class: Actinopterygii
Order: Stomiiformes
Family: Sternoptychidae
Subfamily: Maurolicinae
Genus: Maurolicus
Species: M. muelleri
Vísindaligt slagnavn
Maurolicus muelleri
(J. F. Gmelin, 1789)

Lakssild (Maurolicus muelleri) er ein lítil, silvurlittur fiskur av ættini ljósfiskar, ið hava ljósgøgn runt um á kroppi og høvdi. Um bakið er hon svørt. Síðurnar skína silvurlittar. Hon hevur nógv týðilig ljósgøgn, serliga á undirsíðuni á øllum fiskinum. Hon er vanliga 4-6 cm long, í mesta lagi 9 cm. Hon gerst ikki nógv eldri enn 3 ár og er gýtingarfør longu eftir einum ári. Gýtingin er í tíðarskeiðnum mars til septembur. Hon gýtir millum 200-500 rogn, ið flotna upp í vatnskorpuna og klekjast har. Av tí at lakssildin veksur skjótt, livir stutt og er tíðliga gýtingarfør, verður framleiðslan í stovninum sera høg. Tann skjóti vøksturin, stutta livitíðin og víða útbreiðslan ger, at samlaða nøgdin er sera stór í havinum og tí kann lutfalsliga nógv takast burtur úr stovninum, uttan at nerva hann munandi, t.v.s. nógv túsund tons.

Lakssild er helst væl egnað til fiskamjøl, tí hon er feitur fiskur. Fitiinnihaldið í fiskinum er umleið 5,5% av vektini, og av hesum feitti, eru bert 15% sokallað vaxester feitt, ið ikki er serliga nýtiligt í olju- og mjølframleiðslu. Tí er lakssild vælegnað sum ídnaðarfiskur, um borið verður saman við prikkafisk, ið hevur nógv størri innihald av vaxester feitti. Hon livir uppi í sjónum (uppsjóvarfiskur) yvir djúpum vatni (mesopelagisk), upp móti vatnskorpuni á nátt, og niður á umleið 300 metrar um dagin. Hon er tó fingin heilt niðri á 1.500 m dýpi. Føðin er einamest reyðæti, krill og amphipodur, sum øll eru krabbadjóraæti, ið eru at finna í stórum nøgdum í verðinshøvunum. Lakssildin ferðast upp í sjógvin um náttina at leita sær føði. Hon fer aftan á djóraætinum, ið eisini fer uppeftir um náttina. Tá tað lýsir, fara bæði æti og lakssild niður í myrkrið at fjala seg fyri ikki at verða etin. Lakssild er føði hjá millum annað upsa og toski úti í kantinum, og hjá makreli, sild og laksi uppi í sjónum.

Lakssild er undir Íslandi og Føroyum suður móti Antarktis. Í Miðjarðarhavinum, Kyrrahavinum og sunnarlaga í Indiahavi. Er eisini við Hawaiioyggjar. Í Vesturatlantshavinum er hon frá 40°N suður til Falklandsoyggjarnar. Lakssild er vanlig undir Føroyum og sæst ofta í fiskamaga og á troldekki, dottin úr netinum.