Jump to content

Jákup Pauli Gregoriussen

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Jákup Pauli Gregoriussen (føddur 24. apríl 1932 í Tórshavn) er ein føroyskur arkitektur, rithøvundur og grafikari.

Jákup Pauli er sønur Liffu og Magnus Gregoriussen. Hann er útbúgvin arkitektur frá Det Kongelige Danske Kunstakademi, Keypmannahavn.

Hann hevur m.a. teknað Listasavn Føroya í 1970 og útbyggingina av Listasavninum í 1993. Sum grafikari hevur hann teknað eina røð av føroyskum frímerkjum fyri Posta (fyrr Postverk Føroya), og illustrerað bøkur við býar og landslagsmotivum úr Føroyum, Russlandi, Póllandi, Rom og Egyptalandi.

Í 1998 fekk hann Mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens fyri verk sítt í fýra bindum um kirkjurnar í Føroyum (1995-1999). Verkið er teknað av honum og greiðir frá um Føroya kirkjusøgu. J.P. Gregoriussen hevur eisini virkað sum ráðgevi í sambandi við ístandsetan av føroyskum kirkjum.

Hin 15. januar 2016 fekk hann Heiðursgávu Landsins frá Mentamálaráðnum.[1]

  • Ferðatekningar. Tórshavn: Egið forlag, 1986, 50 síður
  • Tórshavn, vár miðstøð og borg. Gøta: Aldan, 1989 (110 síður, tekningar úr Tórshavn)
  • Kirkjurnar í Føroyum - verk í fýra bindum.
    • Gomlu trækirkjurnar. Velbastað: Forlagið í Støplum, 1995 ISBN 99918-914-0-4 (227 síður)
    • Yngru hválvkirkjurnar. Velbastað: Forlagið í Støplum, 1998. ISBN 99918-914-2-0 (316 síður)
    • Nýggjaru kirkjurnar. Velbastað: Forlagið í Støplum, 1999 ISBN 99918-914-3-9 (326 síður)
  • Tórshavn vár miðstøð og borg II: tekningar úr Havn. Velbastað: Forlagið í Støplum, 2000. ISBN 99918-914-4-7 (104 síður, tekningar úr Tórshavn)
  • Um heimsins borgir. Velbastað: Forlagið í Støplum, 2002. ISBN 99918-914-5-5 (112 síður)

Heiðurslønir

[rætta | rætta wikitekst]
  1. in.fo - J. P. Gregoriussen fekk Heiðursgávu Landsins Archived 2017-02-02 at the Wayback Machine, Eirikur Lindenskov 15.01.2016
  2. in.fo - J. P. Gregoriussen fekk Heiðursgávu Landsins Archived 2017-02-02 at the Wayback Machine, Eirikur Lindenskov 15.01.2016
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið