Jump to content

Jona Henriksen

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jona Henriksen
Føddur 4. januar 1924
Tórshavn
Yrki Skrivstovukvinna, bankakvinna, politikari
Útbúgving Student
Flokkur Javnaðarflokkurin
Álitisstørv
1978-80 Løgtingskvinna, vald inn
1976-78 og 1980-88 Løgtingskvinna, varalimur
1968-72 Býráðslimur í Havn

Jona Elisabeth Frida Henriksen, betri kend sum Jona Henriksen (fødd 4. januar 1924 í Tórshavn) er ein fyrrverandi føroyskur politikari (Javnaðarflokkurin) og skrivstovukvinna.[1] Hon var í starvi hjá Føroya Banka 19501967, og seinni starvaðist hon sum skrivari hjá KFUK 1967–1997. Hon hevur verið limur í Føroya kirkjustjórn, Útvarpsnevndini, Føroya skúlastjórn og í stýrinum fyri Landssjúkrahúsið. Hon var býráðslimur í Tórshavnar býráð 19681972, møtti sum varalimur á Føroya Løgtingi 19751978, og var sum fyrsta føroyska kvinnan (saman við Karin Kjølbro), vald inn á Løgtingi 1978–1980. Jona varð ikki afturvald í 1980, men sat í Løgtinginum sum varalimur til 1988. Jona er dóttir Elisabeth Mouritsen (1903-91) og Johan Pauli Henriksen, sum var borgarstjóri í Havn, løgtingslimur og stýrislimur í Havnar Arbeiðsmannafelag. Móðir hennara var við til at seta á stovn ungmannafelagið Merkið.

  1. Kvinfo.fo, Jona Henriksen