Jens Martin Knudsen
| Persónlig kunning | |||
|---|---|---|---|
| Føðingardagur | 11. juni 1967 | ||
| Føðistaður | Saltangará | ||
| Hædd | 1,81 m (5 ft 11 1⁄2 in) | ||
| Pláss | Málmaður | ||
| Kunning um feløg | |||
Núverandi felag | NSÍ | ||
| Nummar | 1 | ||
| Yrkisleið, vaksnamannafótbóltur* | |||
| Ár | Felag | Dystir† | (Mál)† |
| 1985-1986 | NSÍ | ? | (?) |
| 1986-1987 | Frederikshavn fI | ? | (?) |
| 1988-1990 | NSÍ | ? | (?) |
| 1991 | NSÍ | 15 | (0) |
| 1992-1997 | GÍ | 105 | (0) |
| 1998-1999 | Leiftur | 36 | (0) |
| 1999 | GÍ | 1 | (0) |
| 1999-2000 | → Ayr United (lán) | 4 | (0) |
| 2000 | B36 | 1 | (0) |
| 2000 | Leiftur | 16 | (0) |
| 2001-2007 | NSÍ | 150 | (0) |
| Landslið‡ | |||
| 1988-2006 | Føroyar | 65 | (0) |
| * Senior club appearances and goals counted for the domestic league only and correct as of 4. november 2007. † Dystir (Mál). | |||
Jens Martin Knudsen (føddur 11. juni 1967) var føroyskur fótbóltsspælari til 2007 og er nú venjari. Jens Martin hevur A-venjaraútbúgving.[1]
Í 2012 var útgivin bók við ævisøguni hjá Jens Martini Knudsen við heitinum Maðurin við topphúgvuni, Sprotin gav bókina út, Uni Holm Johannesen skrivaði bókina.[2].
Altjóða fótbóltslívsleiðin
[rætta | rætta wikitekst]Jens Martin Knudsen man vera heimsins kendasti málmaður í topphúgvu. Hann hevur verið landsliðsmálmaður mong ár og hevur eisini verið málmansvenjari og hjálparvenjari hjá føroyska A-landsliðnum fyri menn.
Sum landsliðsmálmaður hevur Jens Martin Knudsen spælt 65 dystir fyri Føroyar, bara Fróði Benjaminsen, Óli Johannesen og Jákup Mikkelsen hava spælt fleiri A-landsdystir fyri Føroyar enn Jens Martin.[3]
Fótbóltslívsleiðin (feløg)
[rætta | rætta wikitekst]Jens Martin Knudsen hevur spælt við føroyskum og útlendskum fótbóltsfeløgum.
Málmansvenjari og hjálparvenjari hjá A-landsliðnum
[rætta | rætta wikitekst]Jens Martin Knudsen hevur verið málmansvenjari hjá føroyska A-landsliðnum hjá monnum í fleiri ár. 25. januar 2008 varð hann eisini settur sum hjálparvenjari hjá A-landsliðnum, hann avloysti tá John Petersen (fótbóltsleikari).
Ársins málverji
[rætta | rætta wikitekst]Jens Martin hevur fleiri ferðir verið kosin Ársins málverji í føroyskum fótbólti. T.d. í 2001 og 2002.[4]
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ Football.fo
- ↑ Uni Holm Johannesen: Maðurin við topphúgvuni, Sprotin 2012
- ↑ Football.fo
- ↑ B68.fo
- Football.fo, Jens Martin Knudsen settur hjálparvenjari.
- Football.fo, Leikarar 1988-2005.