Óli Johannesen
Appearance
Óli Johannesen, 2012 | |||
| Persónlig kunning | |||
|---|---|---|---|
| Føðingardagur | 6. mai 1972 | ||
| Føðistaður | Tvøroyri | ||
| Hædd | 1,87 m (6 ft 2 in) | ||
| Pláss | Verjuleikari | ||
| Kunning um feløg | |||
Núverandi felag | TB | ||
| Nummar | 13 | ||
| Yrkisleið, vaksnamannafótbóltur* | |||
| Ár | Felag | Dystir† | (Mál)† |
| 1992–1995 | TB | 66 | (12) |
| 1996–1997 | B36 | 29 | (13) |
| 1998–1999 | TB | 13 | (3) |
| 1999–2001 | Aarhus GF | 16 | (0) |
| 2001–2004 | Hvidovre IF | ? | (?) |
| 2004 | TB | ? | (?) |
| 2005 | TB | 27 | (7) |
| 2006–2008 | TB Tvøroyri|TB | 69 | (20) |
| 2010–2011 | TB | 7 | (3) |
| 2012– | TB | 23 | (2) |
| Landslið | |||
| 1992–2007 | Føroyar | 83 | (1) |
| * Senior club appearances and goals counted for the domestic league only and correct as of 25. september 2012. † Dystir (Mál). | |||

Óli Johannesen er føroyskur fótbóltspælari, verjuleikari og fyrrverandi landsliðsleikari, føddur á Tvøroyri í mai 1972. Hann spælir við TB, men ikki í bestu deildini longur.
Fótbólsfeløg
[rætta | rætta wikitekst]Óli Johannesen hevur spælt við elsta føroyska fótbólsfelagnum TB og eitt skifti spældi hann fótbólt í Danmark við Hvidovre og AGF úr Århus.
Landsliðið
[rætta | rætta wikitekst]Óli Johannesen hevur spælt 83 dystir við føroyska A-landsliðnum. Fyrsti dysturin hann spældi við landsliðnum var ein vinardystur móti Ísrael í 1992. Óli Johannesen átti metið fyri flest spældar dystir á landsliðnum í fleiri ár,[1] til Fróði Benjaminsen tók metið. Hann hevur skotið eitt mál fyri føroyska landsliðið, tað var í 1993 móti Estlandi. Óli spældi í verjuni.
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- Football.fo
- Football.fo
- Sudurras1.com Archived 2008-10-28 at the Wayback Machine
Slóðir
[rætta | rætta wikitekst]TB.fo TB heimasíðan.
