Jóhanna á Bergi
Jóhanna á Bergi | |
---|---|
| |
er eitt | menniskja |
Fødd(ur) | 1970 |
Alma mater | The Robert Gordon University |
Starv | fótbóltsleikari, vinnulívsfólk |
Dátuheiti | |
Commons | Jóhanna á Bergi |
Jóhanna á Bergi (fødd í 1970) er ein føroysk vinnulívskvinna. Í juni 2015 varð hon sett í starv sum stjóri fyri Atlantic Airways og skuldi byrja í starvinum í seinasta lagi 1. september 2015. Hon skrivaði søgu, tá ið hon gjørdist stjóri í Atlantic Airways, tí hon gjørdist tá fyrsta kvinnan, ið hevur verið forstjóri í einum norðurlendskum flogfelag.[1] Hon var stjóri á føroysku/íslendsku fyritøkuni Faroe Ship frá mai 2006 til 2015.
Jóhanna hevur nomið sær útbúgving á Den Danske Eksportskole í Herning og hevur MSc-prógv í virkisleiðslu frá Robert Gordon universitetinum í Skotlandi. Hon gjørdist stjóri í samanløgdu fyritøkuni í 2006. Faroe Ship er úrslit av samanlegging av føroysku fyritøkuni Skipafelagið Føroyar, sum varð stovnað í 1919 og Eimskipafélag Íslands (Eimskip), sum varð stovnað í 1914. Feløgini løgdu saman í eitt felag í 2004.[2] Áðrenn Jóhanna gjørdist stjóri á Faroe Ship hevði hon starvast sum sølustjóri hjá JFK frá 1998 til 2006[3] og sølustjóri hjá P/F Kósini og søluleiðari hjá Faroe Seafood í Fraklandi. Í 2006 var hon eisini forkvinna í nevndini fyri Føroya Handilsskúla.[4] Jóhanna er í løtuni (2014) einasta kvinnan í nevndini í Føroya Arbeiðsgevarafelag.[5]
Jóhanna er eisini fyrrverandi fótbóltsleikari. Hon spældi við B36 frá 1991 til 1994 og við KÍ frá 1998 til 2000. Hon hevur fyrr havt eftirnavnið Vang.[6]
Í januar 2014 fekk Jóhanna heiðurin sum Ársins leiðari í privata vinnulívinum.[7] Tveir aðrir leiðarar vóru í uppskoti til at fáa heiðurin, teir vóru Eirikur Lindenskov, stjóri í Miðlahúsinum, og Atli Gregersen, stjóri í Hiddenfjord.[8]
Heiður[rætta | rætta wikitekst]
- Ársins leiðari 2014
Keldur[rætta | rætta wikitekst]
- ↑ kvf.fo, Jóhanna á Bergi skrivar norðurlendska søgu.
- ↑ Eimskip.fo, ABOUT FAROE SHIP
- ↑ Linkedin.com
- ↑ Kvinna.fo
- ↑ Industry.fo
- ↑ Faroesoccer.com
- ↑ Synergi.fo
- ↑ in.fo, Annika og Johanna eru ársins leiðarar