Jógvan Poulsen

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jump to navigation Jump to search
Jógvan Poulsen
Jogvan Poulsen.jpg
er eitt menniskja
Fødd(ur) 19. feb 1854 í/á Svínáir
Andaðist 21. jan 1941 í/á Strendur
Alma mater Føroya Læraraskúli
Starv politikari, lærari, rithøvundur
Politiskur flokkur Sambandsflokkurin
Dátuheiti
Tingmanning Sambandsfloksins 1906 - Jógvan er triði frá vinstru.

Jógvan Poulsen (føddur 19. februar 1854 við Svínáir, doyði 21. januar 1941 á Strondum) var ein føroyskur lærari, rithøvundur og politikari (Sambandsflokkurin).

Hann var sonur Birgithe (fødd Thomasdatter) og Poul Joensen. Foreldur hansara komu upprunaliga úr Funningi og av Eiði, men settu búgv við Svínári, ið tá var ein ung niðursetubygd.

Hann var lærari í Sjóvar sókn og tingmaður hjá Sambandsflokkinum.

Frá 1876 - 1917 helt hann skúla á Strondum, Skála og Selatrað.

Hann útgav Förisk ABC og lesingabók, eitt læruverk í føroyskum máli saman við C.L. Johannesen í 1891, men hetta gjørdist skjótt ikki í trá við nýggju rættskrivingarreglurnar hjá V.U. Hammershaimb, ið vóru samtyktar at vera galdandi, eftir at bókin varð komin út.