Jump to content

Hugmyndafrøði

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Ávíst frá Ideologi)
Kommunisma er politisk hugsjón, sum byggir á hugskotini hjá Karl Marx.

Hugmyndafrøði (da. ideologi, av. gr. orðunum idea, hugmynd, og logos, frøði; ísl. hugmyndafræði) er ein heild av hugmyndum, hugtøkum og sjónarmiðum sum endurspegla ein ávísan politiskan ella felagsligan hugburð. Orðið merkir "læran um hugmyndir", men verður nýtt í víðari týdning um eitt meira ella minni skilbundið kervi av hugmyndum og virðismetingum, sum ein ávísur samfelagsbólkur í einum ávísum tíðarskeiði er felags um. Til dømis vóru hugsanirnar um frælsi og javnað avgerandi fyri borgarastættina, sum um 1800 trokaði einaveldið burtur í Fraklandi og sjálv tók ræðið. Hesar hugsanir vórðu samanfataðar í hugmyndini um liberalismu, sum gjørdist kjarnin í h. hjá borgarastættini.

Serliga Karl Marx fekst við hugtakið h., og tiltikin eru orð hansara: ”Ráðandi hugmyndir í hvørjum tíðarskeiði eru hugmyndirnar hjá ráðandi stætt” (1846). Marx kallaði átrúnaðin opium fólksins, men segði eisini, at hann var ”neyðarróp teirra kúgaðu”. Hetta tvílyndið í allari h., at goyma í sær bæði staðfesting av ráðandi støðuni og dreymin um eitt betri lív, er trmikið fyri atfinningarnar hjá Marx móti teimum borgraligu vísindunum, sum hann ákærdi fyri at rættvísgera órættvísa samfelagsskipan við hugtøkum sum frælsi og fólkaræði, ið stóðu í rópandi mótsøgn móti tí veruleika, ið tey skuldu lýsa. Sambært teirri fatanini vóru hesi vísindini eitt slag av h. ella ”følskum tilviti” um samfelagið. Fyritreytin hjá Marx var, at tilvit menniskjans var formað av teimum evnisligu lívstreytunum, og rannsókn av sambondunum millum heimsfatan og samfelagsskipan hevur verið ein megintáttur í allari samfelagsfrøði samfelagsfrøði síðan í 19. øld.

Vituliga hevur leingi verið fingist við at kanna hugmyndaheimin í bókmentunum, men ikki fyrr enn í seinu helvt av 20. øld var talan um serligt háttalag tí viðvíkjandi, nevniliga humyndafrøðiliga kanning ella *hugmyndafrøðikritikk (da. ideologikritik). Millum slóðbrótararnar í tílíkum kanningum eru G. Lukács og L. Löwenthal, sum vegaðu fyri marxistiskari bókmentagransking; men royndir tann vegin hava eisini verið knýttar at strukturalismu og kvinnugransking. Hugmyndafrøðilig gransking krevur at hava fyrilit fyri teimum søguligu umstøðunum í viðkomandi bókmentaverki og gera mun á sjónarmiðum hjá søgupersónum, høvundi og lesarum. Tá ið væl verður atborið, kann slík kanning vísa, hvussu heimsmyndin í einum verki myndast í samspæli millum innihald og form tess og ráðandi h. í samfelagnum.