Jump to content

Heðin M. Klein

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Ávíst frá Heðin Klein)
Heðin M. Klein
er eitt menniskja
Fødd(ur) 28. feb 1950, 1950 í/á Tórshavn
Alma mater Føroya Læraraskúli
Starv politikari, yrkjari, týðari, lærari
Politiskur flokkur Tjóðveldi
Dátuheiti
ISNI 0000000426650335
VIAF 293256341
LCAuth n2013074673

Heðin Magni Kristin Súni Klein (* 28. februar 1950 við Gjógv) lærari, yrkjari og politikari. Heðin var føddur á Landssjúkrahúsinum í Havn í 1950, vaks upp við Gjógv. Hann fór til Havnar at ganga í skúla 15-ára gamal og tók læraraprógv í 1972. Heðin hevur í mong ár starvast sum lærari, fyrst á Sandoyar Meginskúla 1972-1983, flutti síðan til Havnar, har hann var lærari á Eysturskúlanum frá 1983 til 1998. Frá 1998 til 2004 starvaðist hann sum dagligur leiðari í Føroya Skúlabókagrunni (Nám), síðan 2004 hevur hann aftur starvast sum lærari í Eysturskúlanum. Heðin hevur verið virkin innan mong øki. Hann hevur sitið í bygdaráði, á løgtingi og í landsstýrinum umboðandi Tjóðveldisflokkin. Hann hevur verið í nevndini og verið formaður í Norrøna Felagnum í Føroyum, í nevndini fyri Skúlabókagrunnin og í nevndini og formaður fyri Rithøvundafelagið (1994-97 og 2006-07). Heðin hevur skrivað og givið út nøkur yrkingarsøvn. Eisini hevur hann lagt útgávur til rættis, týtt og ummælt. Í sínum yrkingum lýsir og viðger Heðin m.a. náttúruna, mannalyndi og eksistensiellar spurningar. Yrkingin Onkuntíð er úr savninum „Væmingar og vaggandi gjálv,“ sum kom út í 1969. Summar yrkingar hansara eru tolkaðar á øðrum málum, eitt nú á íslendskum, nýnorskum, donskum, enskum, týskum, svenskum, russiskum, finskum, italskum og serbo-kroatiskum.[1]

Egnar útgávur

[rætta | rætta wikitekst]

Týddar útgávur

[rætta | rætta wikitekst]
  • Flytifuglur (1972), savn við útlendskum yrkingum, saman við Steinbjørn B. Jacobsen
  • Ein vakran summardag (1990) eftir Max Bollinger og Jindra Capek, Bókadeildin.
  • Okkurt óreint í kálinum (1992) eftir Diz Wallis, Bókadeildin.
  • Faðir mín, Sólin (1992) eftir Nils-Aslak Valkeapää – saman við Róa Paturssoni, Norðurlandahúsið.
  • Tá ið dýrini bardust (1993) eftir Diz Wallis, Bókadeildin.
  • Nú ríður tú heim (2005) yrkingar eftir Olav H. Hauge, Bókadeildin.
  • Tala tú eisini (2014) yrkingar eftir Paul Celan
  • Jón Arason (2015) skaldsøga eftir Gunnar Gunnarsson, Sprotin
  • Vøluspá (2017), Mentunargrunnur Studentafelagsins
  • So vøkur tú ert (2018), ungdómsskaldsøga eftir Brynjulff Jung Tjønn, Bókadeild Føroya Lærarafelags
  • Tín angist er lýsandi vorðin (2019), yrkingar eftir Nelly Sachs, Sprotin
  • Í umfari (2020), týddar yrkingar, Sprotin

Heiðurslønir

[rætta | rætta wikitekst]
  1. Rit.fo