Hans Gammeltoft-Hansen
Hans Gammeltoft-Hansen (føddur 21. februar 1944 í Keypmannahavn) var Fólkatingsins Umboðsmaður í tíðarskeiðnum 1987-2012 og gjørdist m.a. kendur í almenniniginum av hansara viðgerð av Tamilmálinum.
Í 1970 varð hann útbúgvin løgfrøðingur frá Københavns Universitet, har hann var í starvi sum adjunktur í rættargongd (da: procesret) frá 1972 til 1974. Í 1973 fekk hann licentiatgrad afturat kandidatútbúgvingini, og í 1976 gjørdist hann doktari í løgfrøði (dr. jur.). Frá 1977 fekk hann professaraheitið í rættarvísund.
Han var formaður fyri Juridisk Forening í Keypmannahavn frá 1984 til 2010.
Í 2009 gjørdist han Kommandørur av 1. grad av Dannebrog, í 2011 fekk hann Dannebrogordenens Hæderstegn. Hann hevur eisini móttikið Takksemismedaljuna (Albania).
Kanningarstjóri í Eysturoyartunnilsmálinum
[rætta | rætta wikitekst]Í 2013 avgjørdi Føroya Løgting at seta í verk eina kanning av leiklutinum hjá løgmanni Kaj Leo Holm Johannesen og hjá fyrrverandi innlendismálaráðharranum, Kára P. Højgaard, um teirra handfaring av málinum um Eysturoyartunnilin, ið eftir ætlan skuldi gerast av donsku fyritøkuni CIP. Tunnilsætlanin gjørdist ikki til nakað. Løgtingsformansskapurin setti Hans Gammelt-Hansen sum kanningarleiðara. Í juni 2015 varð úrslitið av kanningin lagt fram alment. Úrslitið varð, at bæði løgmaður og fyrrverandi landsstýrismaðurin høvdu broti lógina um ábyrgd landsstýrismanna, løgmaður við at siga ósatt fyri Løgtinginum um sín leiklut í avtalununi um Break Fee, Kári P. Højgaard, tí at hann afturhelt útrokningar frá Landsverki, ið vístu, at privata tunnilsætlanin fór at gerast munandi dýrari enn fyrr mett. Upprunaliga metingin segði 800 milliónir, nýggja metingin hjá Landsverk segði 1,9 og 3 milliardir krónur.[1] Gammeltoft-Hansen metti tó, at løgmaður hevði heimild til at gera avtaluna við CIP um Break-Fee.[2] Løgmaður og Løgmansskrivstovan sendu út tíðindaskriv og løgdu tað á heimasíðuna hjá Løgmansskrivstovuni, samstundis sum Gammeltoft-Hansen legði fram niðurstøðurnar av kanningini, yvirskriftin var "Ikki grundarlag at reisa ákæru móti løgmanni".[3] Í tíðindaskrivinum segði løgmaður m.a.
"-Ein byrða er lyft av mínum herðum. Fyrst av øllum fegnist eg um, at kanningarstjórin staðfestir, at tað rættarliga ikki er grundarlag fyri at fara víðari við málinum. Eg eri glaður um, at hvør steinur er vendur í málinum. Hetta hevur persónliga verið ein trupul og tyngjandi tíð, sum nú er av..."
Víðari stendur í tíðindaskrivinum:
"Hans Gammeltoft-Hansen mælir í niðurstøðu síni til, at Løgtingið endar málið um Eysturoyartunnilin við at geva løgmanni eina átalu fyri at hava brotið lóg um ábyrgd landsstýrismanna fyri at geva skeivar upplýsingar í Løgtinginum.
- Eg taki sjálvsagt átaluna til eftirtektar. Tað var og er framvegis mín fatan, at eg ikki gjørdi avtaluna við CIP"
Løgmaður vardi seg eisini á Facebook, og har skrivaði hann m.a., í svari til ein ið skrivaði, at løgmaður tilvitað hevði logið fyri Løgtinginum:
Citat Kaj Leo Holm Johannesen á Facebook 23. juni kl. 18.51:
"Nei eg havi ikki logið fyri Løgtinginum, eg havi í góðari trúgv og eftir bestu sannføring givið upplýsningar sum Gammeltoft metir eru skeivir."
Tólv minuttir seinni, í sama trái, verjir løgmaður seg við, at tað at geva skeivar upplýsingar ikki er tað sama sum at lúgva:
Citat Kaj Leo Holm Johannesen á Facebook 23. juni kl. 19.03:
"Nei at geva skeivar upplýsningar er ikki at lúgva."
Dagin eftir, sendi løgmaður eitt skriv, har hann bað Løgtingið um umbering:
Citat Kaj Leo Holm Johannesen:
"Eg vil hervið biðja Føroya Løgting um umbering fyri at geva løgtinginum skeivar upplýsingar.
Eftir at hava lisið drúgvu frágreiðingina hjá Hans Gammeltoft-Hansen, kanningarstjóra, ásanni eg, at mítt orðaval um ongan leiklut at eiga í break-fee avtaluni var óheppið og ikki rætt.
Tað harmist eg ómetaliga nógv um."[4]
Nógv rumbul stóðst av kanningarúrslitunum hjá Gammeltoft-Hansen. Løgtingsformaðurin, Jógvan á Lakjuni, noktaði at kalla tingið saman. Hann ætlaði sær onki at gera við málið. Andstøðan hevði longu í oktober 2013 reist misálit móti løgmanni í hesum sama máli, men samgongan vardi løgmann og feldi misálitið, so andstøðan metti, at nú lá bólturin hjá samgonguni.[5][6]
Samstundis sum nógv rumbul var um kanningarúrslitið, fór løgmaður av landinum til Oyggjaleikir á Jersey, síðan hevði hann ætlanir um at súkkla úr Danmark til París við Team Rynkeby og síðan halda summarfrí. Sambandsflokkurin valdi at bíða til august, til løgmaður er komin aftur, at viðgerða spurningin, hvørt hann skal halda fram sum formaður í flokkinum ella ikki.
Gammeltoft-Hansen mælti til, at Løgtingið fór í gond við at gera nýggjar mannagongdir, har ið Løgtingið kann geva landsstýrisfólkum ella løgmanni eina hvassa átalu, eina sonevnda nøs, ið er vanligt í Fólkatinginum.
Tónleikari
[rætta | rætta wikitekst]Privat er Hans Gammeltoft-Hansen floytuleikari og limur í Københavns Kammerensemble, ið hevur útgivið kamartónleik á CD og hevur havt framførslur ymsastaðni.[7].
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ kvf.fo, Kanningarstjórin: Kári og Kaj Leo brutu lógina.
- ↑ kvf.fo, Løgmaður hevur egna tulking av niðurstøðuni.
- ↑ lms.fo, Ikki grundarlag at reisa ákæru móti løgmanni.
- ↑ lms.fo, Til Føroya Løgting.
- ↑ in.fo Archived 2015-06-28 at the Wayback Machine, Reisa ikki misálit aftur. Skrivað hevur Danjal av Rana Danjal av Rana 24.06.2015 (10:40)
- ↑ kvf.fo, Andstøðan: Samgongan eigur næsta leik. Skrivað hava Rólant Waag Dam og Johnsigurd Johannesen 24.06.2015 - 13:42
- ↑ hellerup-kammermusikforening.dk[deyð leinkja]