George McGovern
| George McGovern | |
|---|---|
|
| |
| er eitt | menniskja |
| Fødd(ur) | 19. jul 1922 í/á Avon |
| Andaðist | 21. okt 2012 í/á Sioux Falls |
| Alma mater | Dakota Wesleyan University, Northwestern University, Mitchell High School, Garrett–Evangelical Theological Seminary |
| Starv | politikari, sendifólk, søgufrøðingur, sjálvævisøguhøvundur, lektari á fróðskaparsetri, peace activist |
| Politiskur flokkur | Demokratiski Flokkurin |
| Trúgv | Methodism |
| Mál | Enskt mál |
| Undirskrift |
|
| Dátuheiti | |
| ISNI | 0000000122833239 |
| VIAF | 98045655 |
| LCAuth | n80039703 |
| IMDB | nm0569566 |
| Commons | George McGovern |
George Stanley McGovern (f. 19. juli 1922 í Suðurdakota, d. 21. oktober 2012 í Suðurdakota), sum gjørdist 90 ára gamal, var limur í Umboðsmannatinginum í USA frá 1957 til 1961 og var senatorur fyri Suðurdakota árini 1963–1981. Tað verður sagt at hann tapti forsetavalið móti Richard Nixon (R) í 1972 tí hann hugsaði meira um at enda kríggið í Vjetnam enn at hugsa um liberala reformprogrammið, sum skuldi vera høvuðsmálið hjá demokratunum. Undir valstríðnum í 1972 var McGovern ímóti krígnum í Vjetnam, men úrtøkan var lítil. Tá valið kom, fekk McGovern bara 37,5 prosent av atkvøðunum, og hetta er tann størsti ósigurin, sum nakað valevni hevur fingið á einum amerikonskum forsetavali nakrantíð. McGovern vann bara í Massachusetts og District of Columbia. Hann doyði á einum røktarheimi í Sioux Falls í Suðurdakota 21. oktober 2012. Tað seinasta árið hevði hann trupulleikar við heilsuni og var fleiri ferðir á sjúkrahúsi. Hann var 90 ára gamal.