Jump to content

Vjetnamkríggið

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Vjetnamkríggið
Dagfesting: 1. november 195530. apríl 1975
Stað: Vjetnam
Partur
South Vietnam Suðurvjetnam North Vietnam Norðurvjetnam
USA USA Fólkalýðveldið Kina Kina
Suðurkorea Suðurkorea Russland Sovjetsamveldið
Teiland Teiland Norðurkorea Norðurkorea
Avstralia Avstralia Kuba Kuba
Taivan Teivan
Nýsæland Nýsæland
við fleiri ...

Vjetnamkríggið vardi frá 1. november 1955 til 30. apríl 1975. Amerikanska stjórnin kvíddi fyri, at kommunisman skuldi breiða seg um alt Landsynningsasia, og í 1955 fóru teir at veita Suðurvjetnam hernaðarhjálp, so at teir kundu basa kommunistisku Viet Cong-deildunum, sum fingu stuðul úr Norðurvjetnam.

Fyrstu amerikonsku hermenninir komu til Suðurvjetnam í 1964, og seint í 1968 vóru 550 000 avstralskir, teivanskir, amerikanskir og nýsælendskir hermenn við í krígnum. Sama ár gjørdi Viet Cong stórálop, Tet-álopið, í Suðurvjetnam. Álopið miseydnaðist, men tað sannførdi fólkið í USA, at USA megnaði ikki at vinna Vjetnamkríggið. Árið eftir fóru amerikanarar at taka seg aftur úr Suðurvjetnam, og vápnahvíld varð fingin í lag í 1973. Í 1975 savnaði Norðurvjetnam alt landið undir sítt ræði.

Eftir kríggið

[rætta | rætta wikitekst]

Tá ið kríggið í Vjetnam endaði í apríl 1975, fór landið í holtur við at endurreisa og menna illa farna búskapin, men illa gekst, tí at útlendskar fyritøkur gjørdi ikki íløgur í landinum. Túsundtals fólk flýddu undan fátækradømi og harðræði og sigldu um Suðurkinahav í søkkladnum bátum at søkja sær eydnuna aðrastaðni. Tey, ið slitu upp land, vórðu send til lond víða um allan heim. Mangir suðurvjetnamesar flýddu til Hongkong, ið var bretskt hjáland á suðurstrond Kina. Tey vórðu gird inni í trongum legum, har tey liðu hungur og hall, og kolera og aðrar ringar sjúkur gingu javnan í legunum. Í 1989 vórðu tey fyrstu 44 000 flóttafólkini noydd aftur til Vjetnam.

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið