Fuglafjarðar Gentukór
Fuglafjarðar Gentukór er sum navnið sigur eitt gentukór úr Fuglafirði. Kórið varð sett á stovn í 1982 av Frits Johannesen, og hevur síðani havt ymiskar kórleiðarar og klaverleikarar.
Kórleiðsla
[rætta | rætta wikitekst]- Frits Johannesen
Klaverfylgispæl
[rætta | rætta wikitekst]Virksemi
[rætta | rætta wikitekst]Kórið hevur havt stórt konsertvirksemi, bæði innan- og uttanlands. Eisini hevur kórið við millumbilum útgivið bond og seinni fløgur.
Føroyar
[rætta | rætta wikitekst]Tá kórverkið Carmina Burana eftir Carl Orff varð uppført í Norðurlandahúsinum, var gentukórið eitt av luttakandi kórunum.
Tá Sissel Kyrkjebø var á konsertferð í Føroyum í 1991, var kórið bakgrundskór í onkrum einstakum lagi á konsertini í Norðurlandahúsinum, og harumframt myndaðu umleið 10 gentur frá Fuglafjarðar Gentukóri saman við 10 gentum frá Gentukórinum hjá Paula í Sandagerði eitt úrvalskór, ið fylgdi Sissel Kyrkjebø á øllum konsertunum í Norðurlandahúsinum í Havn og í Christianskirkjuni í Klaksvík.
Fuglafjarðar Gentukór sang eisini kór til frumframførsluna av "Tey dansa eins og skuggar", sum Eyðun Nolsøe syngur.
Í 1992 luttók kórið undir leiðslu av John Høybye á Tórshavnar Jazz-, Fólka- og Bluesfestivali; tað var eisini John Høybye sum stjórnaði kórinum til jazzkendu 10 ára føðingardagskonsertini, sum var í Fuglafjarðar Kirkju í august sama ár.
Uttanlandsferðir
[rætta | rætta wikitekst]- 1990 Vesturnoreg
- 1991 Norðursvøríki
- 1992 Danmark
- 1993 Danmark og Týskland