BankNordik
BankNordik er eitt sterkt fíggjarsamtak við bankavirksemi í Føroyum, Danmark og Grønlandi umframt tryggingarvirksemi og ognarmeklaravirksemi í Føroyum. Í 2018 starvast umleið 400 starvsfólk í BankNordik samtakinum spjadd yvir 5 deildir í Føroyum, 13 í Danmark og 1 í Grønlandi. BankNordik hevur høvuðssæti í Tórshavn og er børsskrásett á Nasdaq Copenhagen. dab
BankNordik (Føroya Banki) varð stovnaður í 1906. Frammanundan var ein annar peningastovnur í Føroyum, Føroya Sparikassi (nú Betri Banki). Í sambandi við bankakreppuna vóru Sjóvinnubankin og Føroya Banki lagdir saman í ein banka undir navninum Føroya Banki frá 1. januar 1994 at rokna. Nýggi bankin tók búmerkið hjá Sjóvinnubankanum og navnið hjá Føroya Banka. dab
Í 2007 varð grafiski samleiki bankans endurskoðaður, og Føroya Banki gjørdi av at lata seg í nýggjan búna við nútímans grafiskari útsjónd. Búmerkið við gamla sjómanninum fór í søguna, men navnið Føroya Banki varð varðveitt. Høvuðsliturin gjørdist bláur, og navnið varð nú skrivað við hvítum á eina svarta tíðarlinju. dab
Á ársaðalfundi bankans tann 29. mars 2010 varð avgerð tikin um at broyta navn bankans til BankNordik. Sjálvt navnaskiftið fór fram tann 1. september 2010. Nevnd og stjórn mettu navnabroytingina vera ein natúrligan og týdningarmiklan lið í menningini av bankanum, og við nýggja navninum varð landafrøðiliga og strategiska víðkanin av virkisøki bankans endurspeglað. Felags navn og samleiki á øllum marknaðum styðjar uppundir strategi bankans um at vera ein sterkur viðleikari í útnorðri og Danmark. dab
Stjóri í BankNordik er Árni Ellefsen og nevndarforkvinna er Stine Bosse. dab
Børsskráseting
[rætta | rætta wikitekst]Tann 2. mai 2006 samtykti Løgtingið uppskot frá táverandi fíggjarmálaráðharra um at einskilja Føroya Banka. Fíggingargrunnurin frá 1992 átti undan børsskrásetingini 99,4% av bankanum. Aftan á søluna eigur Fíggingargrunnurin 33,4%. Føroya Banki kom á tann danska (Københavns Fondsbørs) og íslendska (ICEX) virðisbrævamarknaðin tann 26. juni 2007.dfsdf
Bankakreppan í 90'unum og bankamálið
[rætta | rætta wikitekst]Búskaparkreppan í Føroyum fyrst í 90'unum hevði við sær, at bæði Sjóvinnubankin og Føroya Banki vóru fyri stórum bakkøstum og komu tí í fíggjarligar trupulleikar. Tann 6. oktober 1992 verður kunngjørt, at landstýrið saman við donsku stjórnuni vildi bjarga Sjóvinnubankanum undan húsagangi. Allur partapeningurin í Sjóvinnubankanum var um at vera horvin, so fíggingin varð veitt við, at Fíggingargrunnurin frá 1992 sprændi pening í Sjóvinnubankan. Fíggingargrunnurin gjørdist tískil størsti eigarin í Sjóvinnubankanum.
Trupulleikarnir í Føroya Banka førdu eisini við sær, at nýggjur partapeningur mátti teknast. Her var tað størsti partaeigarin í Føroya Banka - Danske Bank - sum teknaði partapeningin. Danske Bank átti nú 82% av partapeninginum.
Ein býtishandil millum Fíggingargrunnin og Danske Bank bleiv gjørdur 22. mars 1993, har Danske Bank "seldi" 52% av partabrøvunum í Føroya Banka til Fíggingargrunnin, sum rindaði við at geva Danske Bank 30% av partapeninginum í Sjóvinnubankanum og 3,12 mió. kr í reiðum peningi. Avtalan bleiv góðkend bæði av landstýrinum og donsku stjórnini. Fíggingargrunnurin frá 1992 og Danske Bank býttu soleiðis váðan sínámillum. Hesin býtishandilin gjørdist seinni til tiltiknað bankamálið.
Fíggingargrunnurin kundi ikki eiga tveir bankar, sum kappaðust ímóti hvørjum øðrum, og tí vórðu bankarnir lagdir saman í 1994.
Sí eisini
[rætta | rætta wikitekst]Stjórar í BankNordik (og Føroya Banka og Sjóvinnubankanum) frá 1906 til d.d.
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- Jørn Astrup Hansen og Jóan Pauli Joensen: Føroyar og bankarnir í 100 ár; Føroya Banki, Tórshavn 2006