Jump to content

Færingetidende

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Fyrsta avísin í Føroyum

Færingetidende er fyrsta avísin, sum kom út í Føroyum. Niels Winther flutti sum nýútbúgvin løgfrøðingur heim til Føroya og byrjaði at geva fyrstu føroysku avísina út 13. mai 1852.

Við Færingetidende varð fyrstu ferð funnist at donsku embætismonnunum í Føroyum og kongliga einahandlinum.

Mønustingin fekk blaðið, eftir at tað í blaði nr. 8 ákærdi einahandilin fyri at snýta við vørum móti einum rættarleysum og fátækum keypara. Niels Winther varð dømdur at gjalda eina bót áljóðandi 600 ríkisdálar fyri ærumeiðing. Hetta tí at umtalaði keyparin ikki vildi standa fram og vitna. Henda bót, ið svarar til umleið 3 árslønir hjá einum arbeiðsmanni (í Odense 1853[1]), gjørdist mønustingurin hjá Færingetidende.

Einans 9 bløð komu út av Færingetidende, fyrstu ferð 13. mai 1852 og seinastu ferð 27. juli sama ár. Málið var danskt, tí føroyskt hevði enn ikki vunnið frama.

Útvortis ávísing

[rætta | rætta wikitekst]
  1. Poul Thestrup: Pengeenheder, priser og lønninger i Danmark i 350 år (1640 - 1989), Rigsarkivet / G.E.C.Gad 1991 (sí: https://bodilogniels.dk/bog_scanninger/mark_skilling_kroner_ore.pdf)