Jump to content

Niels Christopher Winther

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Ávíst frá Niels Winther)
Niels Christopher Winther
Føddur 2. juli, 1822
Tórshavn, Føroyar
Doyði 24. februar, 1892
Hjørring, Danmark
Útbúgving Løgfrøðingur, exam. jur.
Yrki Sakførari
Fyrsta avísin í Føroyum.

Niels Christopher Winther (2. juli 1822 - 24. februar 1892) arbeiddi sum sakførari í Havn og í Hjørring til 1868. Hann gav fyrsta blað út í Føroyum, Færingetidende, sum tó bert kom út 9 ferðir í tíðarskeiðnum 13. mai 1852 til 27. juli sama ár. Hann sat á løgtingi frá 1852 til 1857 og var valdur fyrst í Eysturoyar valdømi og síðani í Norðstreymoyar. Harafturat sat hann á fólkatingi frá 1851 til 1857. Á fyrsta fólkatingsvalinum í 1851 varð Niels Winther valdur. Hann var úr Havn, har pápi hansara var snikkari. Hann hevði góð evni, og sorenskrivarin Niels Hunderup tók sær av honum og hjálpi honum seinni at lesa løgfrøði í Keypmannahavn. Hann var liðugur sum juristur longu í 1842 og kom til Føroya í 1849 fyri at virka sum sakførari og fá ár seinni eisini sum politikari.

Givið út

[rætta | rætta wikitekst]
  • Færingetidende. Var blaðstjóri í fyrstu avís í Føroyum.
  • Færøernes Oldtidshistorie, 1875.
  • Løgtingið 150 - Hátíðarrit 3. Løgtingið, Tórshavn 2003.
  • Føroysk blaðsøga 1852-2002, Arnbjørn Ó. Dalsgarð. Sprotin, Vestmanna 2002.