Erling D. Jacobsen

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Erling Jacobsen tá hann leikti við Víkingi ímóti FC Suðuroy í 2010.

Erling Dávidsson Jacobsen (føddur 13. februar 1990) er ein føroyskur fótbóltsleikari. Hann spælir sum verjuleikar og miðvallaleikari. Í 2007-10 spældi hann við FC Amager, seinna helmingin av 2010 leikti hann við Víkingi í bestu føroysku fótbóltsdeildini og hann helt fram at spæla við Víkingi í 2011 og 2012.

Lívleið innan fótbólt[rætta | rætta wikitekst]

Landsliðs- og ungdómslandsliðsleikari[rætta | rætta wikitekst]

Í oktober 2010 leikti Erling sín fyrsta A-landsdyst fyri Føroyar, tað var í dystinum móti Norður Írlandi, sum endaði við javnleiki 1-1.[1] Erling spældi sín fyrsta ungdómslandsdyst fyri Føroyar á U17 landsliðnum í dysti móti Týsklandi 14. oktober 2005. Hann hevur spælt tveir dystir fyri U21 landsliðið hjá Føroyum í 2010. Liðið fekk 11 stig. Erling spældi dystirnir móti Russlandi og Andorra.[2] Sambært UEFA heimasíðuni hevur Erling leikt 6 dystir fyri U17, 6 dystir fyri U19, 7 dystir fyri U21[3] og til nú (sepember 2012) tveir dystir fyri A-landsliðið hjá Føroyum.[4]

UEFA dystir fyri feløg[rætta | rætta wikitekst]

Erling hevur spælt altjóða UEFA dystir við Víkingi. Fyrstu ferð av í juli 2006 móti Ventspils. Í 2010 spældi hann tveir dystir fyri Víking í UEFA Europa League móti turkiska liðnum Besiktas. Besiktas vann báðir dystirnir. Í juli 2012 spældi hann tveir dystir við Víkingi móti FC Gomel úr Hvítarusslandi í UEFA Europe League. Víkingur tapti báðir dystirnar.[5]

Ársins Stjørnuskot 2010[rætta | rætta wikitekst]

Erling Jacobsen var kosin Ársins Stjørnuskot 13. november 2010.[6] Tað er Miðlahúsið, Sosialurin og Rás2 sum skipa fyri einum hugnakvøldið á Hvonn, har tey heiðra bestu fótbóltsleikarar, málverjar, venjarar og dómarar í Føroyum. Umframt at besti mannligi og best kvinnuligi fótbóltsleikarin verður kosin, verður eisini Ársins Stjørnuskot heiðrað, bæði hjá monnum og kvinnum.[7]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Sportal.fo, Føroyar hava fingið stig á Svangaskarði!
  2. UEFA.com
  3. UEFA.com
  4. "FSF.fo, Landsliðsleikarar 1988-2012". http://www.fsf.fo/Default.aspx?ID=151. Heintað 2012-09-16. 
  5. UEFA.com
  6. Sportal.fo, Erling og Maria eru stjørnuskotini
  7. Sportal.fo

Slóðir úteftir[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið