Erika Fatland
Erika Fatland (f. 27. august 1983 í Haugesund) er norskur rithøvundur og útbúgvin sosialantropologur. Hon er mentanarmannfrøðingur við serfrøði í Russlandi. Hon fekk sítt altjóða gjøgnumbrot í 2015 fyri bókina Sovjetistan, sum varð týdd til 15 mál. Fatland hevur skrivað fleiri bøkur, teirra millum Foreldrekrigen, ið er ein humoristisk barnabók; Englebyen - Fortellinger fra Beslam, ið snýr seg um harðrendu yvirgangsatsóknina í Beslam í Norðurkaukasus í September 2004; og Året uten sommer, sum er skrivað í kjarlarvørrinum av yvirgangsatsóknunum í Oslo og á Utøya á sumri 2011.
Harumframt hevur hon skrivað bókina Markið - Ein ferð kring Russland (2017), sum Pauli Nielsen hevur umsett til føroyskt. Bókin er um eina ferð, rithøvundurin hevur gjørt kring Russland. Gjøgnum Aserbadsjan, Estland, Finnland, Fólkalýðveldið Kina, Georgia, Hvítarussland, Kasakstan, Lettland, Litava, Mongolia, Noreg, Norðurkorea, Ukraina, Pólland og Landnyrðingsleiðina. Hetta er bók um at vera granni hjá tí ómátaliga heimsveldinum Russlandi. Um teir stóru mentanarligu munirnar millum londini, rithøvundurin vitjar, og sum liva í skugganum av tí eina stóra felagsnevnaranum, sum á ymsan hátt hevur merkt tey øll - at liva undir liðini á Russlandi, heimsins størsta landi. Hon ger ferð ígjøgnum 14 lond og leggur alt markið – 20000 kilometrar – aftur um seg. Bókin er umsett til 12 mál.
Útgivið
[rætta | rætta wikitekst]- Foreldrekrigen, 2009
- Englebyen, 2011
- Året uten sommer, 2012
- Sovjetistan. En reise gjennom Turkmenistan, Kasakhstan, Tadsjikistan, Kirgisistan og Usbekistan, 2014
- Vinterkrigen, 2017
- Grensen - En reise rundt Russland' ("Markið - Ein ferð kring Russland"), 2017