Elis Poulsen

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Elis Poulsen (føddur 22. juni 1952, deyður 22. juli 2019) var føroyskur útvarpsmaður.

Næstan øll í Føroyum kenna eyðkendu røddina hjá Elisi Poulsen. Hann hevði sína fyrstu tónleikasending í útvarpinum í 1989. Sendingin kallaðist 'Á Tónatingi'. Síðani gjørdi hann nógvar aðrar kendar sendingar, so sum 'Máltráðin', 'Lurtararnir og vit', 'Millum fjals og fjøru', 'Tit skriva vit spæla' og ikki minst "Upp á tá”, har Elis spældi norðurlendskan dansibandstónleik út til føroyingar hvørt fríggjakvøld. Henda sendingin hevur verið sera væl umtókt kring landið. Seinnu árini gjørdi hann sendingina saman við Finnur Olsen.[1][2][3]

Familja[rætta | rætta wikitekst]

Elis Poulsen varð ættaður úr Skopun og búði á Sandi. Hann var sonur Drikku, ættað úr Hvalba, og Jóan Hendrik Poulsen, vanliga nevndur 'Enni', úr Skopun. Elis vaks upp í Skopun í fyrra partin av barnaárunum. Seinni flutti hann, saman við foreldrum og systkjum, til Íslands, har pápi hansara silgdi við íslandskum skipum.

Tá Elis var komin til mans, kom hann heim til Føroyar og giftist við Jonnu Krog av Sandi. Eitt skifti búðu tey í Íslandi, men fluttu seinni heim aftur og settu búgv á Kjálkanum á Sandi, har tey fingu 2 børn.

Seinnu árini viknaði heilsan hjá Elisi orsakað av álvarsamari sjúku. Elis var 67 ár tá hann andaðist.

Ávísingar úteftir[rætta | rætta wikitekst]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Elis Poulsen heiðraður, kvf.fo, 4. aug. 2017
  2. Elis Poulsen er farin Archived 2019-12-18 at the Wayback Machine, in.fo, 23. juli 2019
  3. Kend útvarpsrødd tagnað, portal.fo, 23. juli 2019