Edva Jacobsen
Edva Jacobsen | |
---|---|
![]() | |
er eitt | menniskja |
Fødd(ur) | 31. aug 1964 |
Starv | politikari, general secretary, banker |
Politiskur flokkur | Sambandsflokkurin |
Dátuheiti | |
Commons | Edva Jacobsen |
Edva Jacobsen (fødd 31. august 1964) er ein føroyskur politikari (SB) og bankakvinna. Hon byrjaði at læra í Føroya Banka í 1984, har hon í dag er kundaráðgevi í deildini í Fuglafirði. Hon hevur tikið fíggjardiplom og varð í 2002 útbúgvin merkonom í fíggjarsstýring.[1]
Politiska lívsleiðin[rætta | rætta wikitekst]
Edva møtti fast fyri Johan Dahl á Føroya Løgtingi 2010–2011 og varð vald inn beinleiðis á løgtingsvalinum 29. oktober 2011 við 311 atkvøðum. Á løgtingsvalinum 2015 varð hon ikki endurvald.- Hesi fullu
Løgtingsnevndir[rætta | rætta wikitekst]
- 2011-15 - Limur í Mentanarnevndini
- 2011-15 - Varafólk í Vinnunevndini