Jump to content

Edlafiskur

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Edlafiskur

Vísindaflokking
Ríki: Animalia
Rað: Chordata
Flokkur: Actinopterygii
Hópur: {{{hópur}}}
Ætt: Bathysaurus
Familja: Bathysauridae
Slag: Bathysaurus ferox

Edlafiskur er mjávaksin fiskur, høvdið er flatt, og gronin minnir um krokodillunev. Eyguni eru smá og sita út móti hvørji lið á skøltinum. Fremri rundingur á eyganum situr yvir miðjuni á kjaftinum. Hann er roðslusettur líka úr klingruni fram móti eygunum. Hann hevur næstan beina striku frá kápuklovinum aftur í klingruna. Uggafjaðrarnar eru langar, og mittasti teinur er sjónliga longstur. Ryggfjøðurfestið er langt, um tvær ferðir gotfjøðurfestið. Ryggfjøðurin er umleið líka høg sum bulurin og byrjar beint yvir búkfjaðrunum. Hann hevur eina gotfjøður. Miðalstóran, eitt sindur sýldan stert. Stóran kjaft við nógvum hvøssum tonnum. Hann er botnfiskur á dýpum úr 600 m. niður á 3500 m. ella enn djúpari. Edlafiskur verður upp í 67 cm langur, vanliga er hann um 55 cm.

Hann er undir Íslandi og úr Davisfirði til Suðurafrika og Brasil. Í Indiahavinum og Kyrrahavinum. Hann er fingin vestur av Føroyabanka á umleið 700 metra dýpi, út av Lúsabanka á 1800 m dýpi, út av Bankarygginum á 730 metra dýpi, og á Íslandsrygginum á 500-700 m dýpi.

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið