Jump to content

Danskt mál

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Ávíst frá Danskt (mál))
Danskt
dansk
Tosað í: Danmark, Grønlandi, Føroyum, Týsklandi.
Tosandi íalt: uml. 6.000.000
Málætt: Indo-evropeiskt

 Germanskt
  Norðurgermanskt
   Eysturnorrønt
    Danskt.

Málkotur
ISO 639-1: da
ISO 639-2: dan
ISO 639-3: dan

.

Danskt mál er málið í Danmark. Danskt er móðurmál hjá um 5.300.000 fólkum, harav um 5.000.000 í Danmark, um 8.000 í Grønlandi og um 2.500 í Føroyum. Danskt er eitt av germansku málunum. Av tí at Føroyar í fleiri hundrað ár hava verið í ríkisfelagsskapi við Danmark, hevur danskt mál altíð havt sterka støðu her hjá okkum. Danskt var lógarmál, kirkjumál og skúlamál langt upp í 20. øld. Serliga sterka støðu hevði danskt í høvuðsstaðnum, Havnini, har tað fínara fólkið búði, embætismenn, konslar og keypmenn. Børnini úr hesum umhvørvi við nógvum blandingsgiftum tosaðu danskt, summi teirra høvdu beinleiðis danskt sum móðurmál. Danskt er tryggjað í heimastýrislógini, har tað stendur at lesa, at: "Føroyskt verður viðurkent sum høvuðsmál, men danskt skal lærast væl og virðiliga, og danskt kann eins væl og føroyskt nýtast í almennum viðurskiftum". Við øðrum hevur danskt serstøðu millum fremmandamálini, sum verða lærd í fólkaskúlanum í Føroyum.

Danskt er ikki einans móðurmál fyri uml. 5 milliónir danir – tað er eisini eitt týðandi annaðmál í Føroyum og Grønlandi. Her skulu allir skúlanæmingar læra danskt sum fremmandamál. Danskt er eisini eitt týðandi minnilutamál í norðara parti av Týsklandi. Uml. 50.000 fólk hava danskt sum móðurmál í týska landslutinum Suðurslesvig. Nógv ung í Føroyum lesa heldur bøkur á donskum enn á teirra egna móðurmáli.

Lond við meiriluta av fólki, ið tala danskt.
Danskt er eitt indo-evropeiskt mál. Danskt er eisini eitt norrønt mál.

Ensk tøkuorð streyma inn í øll tey norðurlendsku málini, men rákið er, at ensku orðini í størri mun varðveita teirra uppruna ensku útsjónd í donskum, herundir málfrøðiligar bendingarendingar og stavseting. "Computer", "weekend", "speaker" og "teenager" eru dømi um orð, ið kunnu brúkast á donskum, men sum verða broytt til norðurlendsk orð á norskum og svenskum. Eisini søguliga hevur danskt verið dúgligt til at læna frá øðrum málum. Orð sum "bange", "borger", "angst" og "alene" t.d. stava frá streyminum av týskum tøkuorðum, sum nógv komu inn í málið í 1600-talinum.

Tá ein dani fer at telja, hava aðrir norðbúgvar trupult við at fylgja við. Men tað er í veruleikanum bert fimm orð, ið volda trupulleikar, nevniliga "halvtreds", "tres", "halvfjerds", "firs" og "halvfems". Tey kunnu virka óskiljandi, men hava ein logiskan uppruna. Danska talskipanin byggir nevniliga á "tyve" og "tyve" á donskum eitur "snes" í eintali og "snese" í fleirtali. Tá danir siga "tres", er tað ein samanrenning av "tre snese", meðan "firs" er ein samanrenning av "fire snese". "Halvtreds" merkir sostatt tríggjar sneisir minus eina hálva sneis.

Ein av stóru trupulleikunum við donsku framsøgnini er, at tað oftast bert eru herd orð, ið verða markað týðuliga í talumálinum. Óherd stavilsi eru trupul at fanga hjá teimum, ið tosa svenskt ella norskt. Fleiri sjálvljóð verða søgd ymiskt á donskum og svenskum. Eitt langt "a" á donskum ljóðar sum eitt svenskt "ä", og "u" á donskum verður sagt nærri sum eitt svenskt "o". Um eitt orð byrjar við "g" ella "k", skal tað altíð framberast við g- ella k-ljóði. Sjálvljóðini í samansetingum sum sk-, skj- og stj- verða øll framborin og ikki eins og á svenskum stytt til eitt sje-ljóð.

Endingar og ljóðveik stavilsi hvørva oftani, tá danskt verður borið fram, og tað ger tað trupult at hoyra nær eitt orð byrjar og endar. Tað gevur ikki bert trupulleikar hjá øðrum norðbúgvum. Kanningar vísa, at trý ára gamlir danir hava lært munandi færri orð, enn javngomul í eitt nú Noregi og Svøríki, og at danskir skúlanæmingar hava eina truplari uppgávu fyri framman, tá tey skulu læra seg at lesa og skriva á teirra egna máli.[1][2]

  1. https://forskning.no/sprak/2011/05/vanskelige-danske-vokaler
  2. https://www.nrk.no/arkiv/artikkel/ja_-dansk-er-mer-utydelig-enn-norsk-1.7501249

Sí eisini

[rætta | rætta wikitekst]
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið