Jump to content

COVID-19 alheimsfarsóttin í Føroyum

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
COVID-19 alheimsfarsóttin í Føroyum
Sjúka COVID-19
Virus strain SARS-CoV-2
Staður Føroyar
Fyrsta útbrot

Wuhan, Kina (globalt),

Paris, Frakland (tann fyrsti tilburðurin í Føroyum)<[1]
Sjúklingur null Tórshavn
Komudagur 4. mars 2020
()
Dato

Mars 2020 - Mai 2020 [2]

juli 2020[3]– feb. 2021[4]
12–23 March 2021
13. apríl 2021–
Váttaðir tilburðir 34.648[5]
Aktivir tilburðir [5]
Frísk [5]
Andlát
31[5]
Stjórnar-heimasíða
corona.fo

COVID-19 alheimsfarsóttin varð fyrstu ferð staðfest í Føroyum í mars 2020. Smittuferðin var 1 tilburður pr 280 íbúgvar, ein av teimum hægstu í heiminum, men Føroyar testaðu eisini sera nógv fólk í mun til fólkatalið.[6]

Tað hava verið fleiri sløg av COVID-19 í Føroyum, m.a. Alfa, Delta og at enda Omikron. Í fyrstani varð landið lukkað niður, men læt síðan upp aftur so við og við. Nógv stór tiltøk eru blivin avlýst tey tvey árini, ið hava verið merkt av koronastøðuni frá mars 2020 til 1. mars 2022, tá ið allar avmarkingar fóru úr gildi. Føroysku myndugleikarnir tóku avgerð um at støðga við at hópkanna fyri COVID-19 frá 1. mars 2022. Hetta varð mett at vera ráðiligt, av tí at Omikron frábrigdi smittaði sera illa og tí var sera ringt at berja niður, og tí at lutvíst fá fólk blivu innløgd vegna hetta frábrigdi og lutvíst fá fólk doyðu vegna COVID-19.

Hin 28. februar, tá ið føroyingar góvust við at hópkanna fyri koronu, høvdu tilsamans 34.648 føroyingar fingið staðfest COVID-19 við pcr-kanning. Landslæknin metti, at myrkatalið var stórt, og at flestu føroyingar tá høvdu havt sjúkuna. Tann síðsta dagin, tá ið kanna var fyri koronu vóru staðfestir 275 nýggir tilburðir. Teir seinastu 7 samdøgrini tá vóru 1.050 staðfest smittað við korona. 31 fólk vóru tá deyð við korona síðan sjúkan á fyrsta sinni varð staðfest í Føroyum.

Tilsamans vórðu 626 tilburðir staðfestir í 2020, 5.455 tilburðir í 2021 og í januar og februar 2022 vóru staðfestir heili 28.567 tilburðir við COVID-19.[7]

Tað vóru umleið 778.000 persónar kannaðir fyri COVID-19 í Føroyum frá mars 2020 til 28. februar 2022.

Hin 30. desember 2020 blivu fyrstu føroyingarnir koppsettir fyri korona. Hin 30. desember 2021 høvdu tilsamans 41.437 fólk (77,3%) í Føroyum fingið fyrsta prikið, meðan 40.528 (75,6%) fólk høvdu fingið annað prikið, 14.270 (26,6%) fólk høvdu eisini fingið 3. prikið.

Gongdin í Føroyum

[rætta | rætta wikitekst]

COVID-19 alheimsfarsóttin varð fyrstu ferð staðfest í Føroyum, í mars 2020. Smittuferðin var 1 tilburður pr 280 íbúgvar, ein av teimum hægstu í heiminum, men Føroyar testaðu eisini sera nógv fólk í mun til fólkatalið.[6] Frá 20. august til 10. september var ongin innlendis smitta av COVID 19. Hin 12. september vóru 5 persónar staðfest smittaðir, teir vóru smittaðir í Føroyum og ikki við komu til landið. Sambært landslæknanum hoyrdu tey tó øll til somu smittuketu.[8] 2 dagar seinni vóru aftur fimm tilburðir staðfestir, harav vóru fýra av hesum tilburðum partur av somu smittuketu, ið landslæknin kendi til. Fimti persónurin var ein útlendingur ið varð testaður positivur á flogvøllinum.[9]

Tað hava higartil (juni 2021) verið fýra bylgjur av COVID-10 tilburðum í Føroyum tann fjórða byrjaði síðst í mai. Tann fyrsta bylgjan var í mars-apríl 2020, næsta bylgjan byrjaði í juli 2020 og vardi til november, hóast talið á sjúkum ikki kom niður á null, áðrenn triðja bylja byrjaði í desember 2020, tá ið knapt 4000 útisetar og onnur ferðafólk komu til Føroya at halda jól.[10] Í november vóru teir allar flestu tilburðirnir komnir frá útlandinum og frá kendum smittuketum. Fyrstu vikuna í november var ongin nýggjur tilburður, og dagarnir mitt í november vóru bara 2-3 sjúk. Triðja bygja vardi til januar 2021. Einkultir tilburðir vóru í februar, men allir vóru innfluttir tilburðir. 26. februar var tann síðsti corona-sjúklingurin staðfestur frískur aftur, og sostatt var ongin aktivur tilburður av COVID-19 í Føroyum. Í mars 2021 vóru 3 tilburðir staðfestir, tann síðsti bleiv staðfest frískur aftur 23. mars. Í apríl vóru 3 tilburðir tilsamans. Í mai hava higartil (pr. 19. mai) verið seks tilburðir, harav var innlendissmitta fyri fyrstu ferð síðan januar 2021, men tað eydnaðist at støðga smittuni heilt skjótt, sá tað út til, men 23. mai tók smittan dik á seg, og 16 fólk vóru testaði positiv, so talið av smittaðum kom upp á 23. So høg tøl vóru ikki sædd í Føroyum síðan um jólini 2020.

Nógvir tilburðir hava verið uttan nøkur serlig ella bara mild sjúkueyðkenni. Nøkur fá hava verið innløgd á sjúkrahúsi.[11] og ongin er deyður av COVID-19 í Føroyum.[5] Av teimum fyrstu 187 tilburðunum bleiv tann seinasti staðfestur frískur 8. mai 2020.[5][12] Eftir nærum tveir mánaðir uttan nakran kendan tilburð av COVID-19 í Føroyum, var ein tilburður staðfestur hin 4. juli 2020, tá ið ein persónur bleiv testaður positivur, tá ið viðkomandi kom til landið[13] og tann 19. juli bleiv ein familja á trý testaði positiv, tá ið tey komu til landið.[14]

Frá 20. august til 10. september var ongin innlendis smitta av COVID 19. Hin 12. september vóru 5 persónar staðfest smittaðir, teir vóru smittaðir í Føroyum og ikki við komu til landið. Sambært landslæknanum hoyrdu tey tó øll til somu smittuketu.[15] 2 dagar seinni vóru aftur fimm tilburðir staðfestir, harav vóru fýra av hesum tilburðum partur av somu smittuketu, ið landslæknin kendi til. Fimti persónurin var ein útlendingur ið varð testaður positivur á flogvøllinum.[16]

Hin 19. september boðaði landslæknin frá, at ein nýggjur tilburður varð staðfestur dagin fyri, og at smittuketan var ókend.[17] Hin 20. september vóru 3 tilburðir staðfestir, hesi vóru øll partur av somu smittuketu. Tað bleiv boðað frá, at tað er ein familja, sum var smittað við Covid-19, og at tey vóru smittað í Føroyum og at børn teirra gingu á Glasi, Skúlanum á Fløtum og einum barnaansingarstovni í Tórshavnar kommunu. Mentamálaráðið avgjørdi, at allir næmingar á Glasi, fýra flokkar í fólkaskúlanum og teirra lærarar og børnini og starvsfólk í barnagarðinum áttu at vera kannað fyri koronasmittu sunnudagin 20. september, og so aftur mikudagin ella mánadag og so aftur hósdag. Allir næmingar skuldu halda seg heima nakrir dagar.[18] Hin 22. september var boðað frá, at 11 tilburðir vóru staðfestir frá kanningum, ið vóru gjørdar 21. september. Talið av kanningum fyri tann dagin var 3.581.[19] Nakrir dagar seinni varð boðað frá, at ein av tilburðunum frá 21. september var faskt positivur, so talið bleiv rættað til 10.[20] Talið av smittaðum í september lá ímillum 0 og 5 burtursæð frá 21. september, tá ið 10 persónar vóru staðfest smittað við COVID-19. Í oktober og november 2020 vóru sera fáir nýggir tilburðir staðfestir og samfelagið koyrdi nærum sum vanligt. Talið av dagligum tilburðum lá millum 0 og 4, fleiri dagar vóru ongir nýggir tilburðir í fleiri dagar á rað. Tað varð væntað, at talið fór at økjast í desember, tá ið nógv ung lesandi fóru at koma til Føroya at halda jól, hetta tí at smittutalið var sera høgt í t.d. Danmark í november og desember 2020. Føroyskir myndugleikar mæltu til at vísa serligt varsemi og bóðu útisetar og onnur ið fóru uttanlanda og komu aftur til Føroya um at lata seg testa 3 dagar áðrenn fráferð til Føroya, og við komu til landið og aftur á 6. degi, og mælt varð til at fólk vóru í sóttarhaldi til tey høvdu fingið negativt svar eftir kanningina á 6 degi. Barrir, dansistøð og líknandi skuldi lata aftur kl. 22 og kirkjur og samkomur valdu ikki at halda gudstænastu og møtir um jólini, hetta fyri at minka um vandan fyri at spjaða smittuna.[21]

Dagarnir áðrenn jól, jóladagarnir og beint eftir jól vóru tað fleiri nýggir tilburðir staðfestir hvønn dag, tó ikki so nógv sum í august. Um jólini lá talið á nýggjum smittaðum millum 0 og 8. Tann 17. desember varð ongin staðfestur smittaður og tann 26. desember vórðu 8 staðfest smittað.[22] Dagin eftir vóru 3 nýggir tilburðir, og sambært landslæknanum vóru øll trý í sóttarhaldi, tá ið smittan varð staðfest. Pr. 27. desember 2020 vóru 47 fólk sjúk við COVID-19 í Føroyum, 582 høvdu fingið staðfest smittuna og av teimum vóru 535 fólk staðfest frísk aftur.[23] 28. desember 2020 vóru 19 fólk staðfest positiv, tey flestu vóru partar av kendum smittuketum. Teir næstu tríggir dagarnar vóru tølini fýra, fimm og so null nýggjársaftan. Tá ið komið var inn í nýggja árið 2021 sá tað út til, at triðja bylja hevði toppað tann 28. desember 2020, tá ið 66 fólk vóru sjúk í senn. Hin 3. januar 2021 vóru seks persónar staðfestir positivir, og sambært landslæknanum varð tað óvist hvar ið fimm av persónunum vóru blivin smittaði, tann sætti varð staðfestur postivur triðja dagin eftir at hava verið uttanlanda.[24]

Hin 30. desember 2020 blivu fyrstu føroyingarnir koppsettir fyri korona, tey vóru 120 í tali og tað hendi á teimum trimum sjúkrahúsunum, talan var um heilsustarvsfólk: 55 fólk í Havn, 41 fólk í Klaksvík og 24 fólk í Suðuroy.[25]

5. januar 2021 andaðist fyrsti føroyingur í Føroyum við koronu.[26] Talan er um 68 ára gamlan mann, sum fyrst í desember varð innlagdur á Landssjúkrahúsið við aðrari álvarsligari sjúku enn koronu. Hann varð fluttur á koronudeildina stutt fyri jól. Sambært varastjóranum í Sjúkrahúsverkinum er tað sannlíkt, ella kann ikki útilokast, at maðurin varð smittaður á Landssjúkrahúsinum.[27]

Yvirlit frá 1. apríl 2021 - 30. juni 2021

Frá 9. januar 2021 til 25. januar vóru millum 0 og 2 nýggir tilburðir av COVID-19 í Føroyum. Frá 26. januar til 2. februar 2021 vóru ongir nýggir tilburðir av COVID-19 skrásettir í Føroyum. Ein nýggjur tilburður var skrásettur 3. februar, tað var ein persónur ið kom til landið tveir dagar áðrenn, og bleiv testaður negativur við komu men postivur tveir dagar seinni. Í februar hava tað verið millum 0 og 1 nýggir tilburðir um dagin, tilsamans fýra tilburðir. Hin 26. februar 2021 var ongin aktivur tilburður longur av COVID-19 eftir í Føroyum. Fyri aðru ferð var talið komið niður á null. Tað kann tó væntast, at nýggir tilburðir fara at koma frá útlandinum.

Hin 7. mars 2021 vóru tveir tilburðir av COVID-19 staðfestir á flogvøllinum. Hin 12. mars var ein tilburður staðfestur, tað var ein persónur ið hevði ferðast til Føroya. Eftir tað bleiv ongin nýggjur tilburður staðfestur í ein heilan mánað, ikki fyrr enn 13. apríl varð ein tilburður staðfestur á flogvøllinum við komu til Føroya.[28]

Yvirlit frá 1. juli 2021 - 30. september 2021

Fyrst í mai vóru einstakir tilburðir staðfestir, men síðan var ongin tilburður í fleiri dagar. Hin 20. mai var ein nýggjur tilburður, har viðkomandi ikki visti, hvar hann hevði fingið smittuna frá, hann hevði ikki verið uttanlanda nýliga.[29] Dagin eftir vóru tveir tilburðir staðfestir, harav tann eini ikki visti, hvagan smittan var komin.[30] Dagin eftir vóru 3 tilburðir, og so vaks talið knappliga sera nógv. Tann 23. mai vóru 16 tilburðir staðfestir. Talan var fyri tað mesta um ung fólk millum 16 og 24 sambært landslæknanum. Millum tey smittaðu vóru rógvarar og áskoðarar frá róðrarstevnuni Ódnartøk, ið var hildin í Runavík leygardagin 22. mai.[31]

Í juli vóru G! festivalurin og Summarfestivalurin avlýstir eftir og pressi frá myndugleikunum, meðan Ólavsøkan varð hildin sum vant. Í august var sera lítil smitta, talið á nýggjum dagligum tilburðum lá frá null til 2.

September og oktober 2021

[rætta | rætta wikitekst]
Yvirlit frá 1. oktober 2021 - nú

1. september 2021 góvust føroyingar at kanna fyri COVID-19 við landamørkini, tvs. í Vága Floghavn og í havnunum í Hirtshals og Seyðisfirði, áðrenn fólk fóru umborð á Norrønu. Meiningin var at fólk so í staðin sjálvboðin skuldu lata seg kanna 2 dagar áðrenn komu til Føroya og 2 dagar eftir komu. Men tað vísti seg, at sera nógv fólk lótu vera við hesum. Smittan vaks í september og serliga í oktober 2021 tók smittan dik á seg. Smittuspjaðing fór serliga nógv fram í heystferiuni, serliga á tveimum ungdómsstevnum á Zarepta. Tað vóru sera ókoppsett børn og ókoppsett ung, ið bóru smittuna, men hesi smittaðu so síni nærmastu, hóast tey vóru koppsett. Hin 22. oktober 2021 vóru 89 fólk staðfest smittað, tølini vóru almenn dagin eftir tann 23. oktober. Tá var talið av aktivt smittaðum so høgt sum 216, so høgt hevði tað aldri verið fyrr.[32] Smittan var serliga útbreidd í Eysturoynni og Norðoyggjum.[33] Landslæknin segði, at nú var onki tamarhald á smittuni og smittuketunum, men at tað var upp til politiska myndugleikan at seta tiltøk í verk. Farsóttarnevndin hevði fund 24. oktober og skuldi geva tilmæli til politiska myndugleikan, um hvat kundi gerast fyri at fáa tamarhald á smittuni aftur. Samstundis sum smittan setti met vóru 69,9% av føroyingum liðugt koppsett og 73,1% høvdu fingið fyrra prikið. Avgjørt var at seta tiltøk í verk lokalt. T.d. skuldu næmingarnir á Kambsdali hava fjarlestur og næmingar frá 4. flokki og uppeftir í Klaksvík skuldu eisini vera heima og fáa fjarlestur. 24. oktober vóru 99 fólk positiv fyri COVID-19 (kunngjørt 25. oktober), og samlaða talið á smittaðum øktist til 379. Hin 26. oktober var samlaða talið á smittaðum komið upp á 499. Nærum helvtin av teimum smittaðu búðu í Norðoyggjum. [34]

Niðanfyri sæst gongdin í smittuni av COVID-19 í Føroyum.

Yvirlit yvir gongdina í fyrru bylgju av alheimsfarsóttini í Føroyum.
Yvirlit yvir gongdina í aðru bylgju av alheimsfarsóttini í Føroyum frá 18. juli til 30. september.
Yvirlit yvir farsóttina í Føroyarum frá 1. okt. 2020 - 31. des. 2020
Yvirlit yvir gongdina í Føroyum frá 1. jan 2021 - 31. mars 2021

COVID-19 tilburðir eftir øki í Føroyum

[rætta | rætta wikitekst]

Dagført pr. 27. oktober 2021.

Kelda: [1][deyð leinkja]

Øki/oyggj Fyrra hálvár 2020 Seinna hálvár 2020 Fyrra hálvár 2021 Seinna hálvár 2021 Seinastu 14 dagarnir Seinastu 14 dagarnir pr. 100.000 íbúgvar
Norðoyggjar 45 12 9 1206 232 3647
Eysturoy 21 36 20 1077 158 1297
Norðurstreymoy 11 11 21 457 52 1294
Suðurstreymoy, Nólsoy, Hestur 95 238 78 1971 474 2186
Vágar, Mykines 12 20 14 241 14 411
Sandoy, Skúvoy, Stóra Dímun 0 7 1 161 38 2985
Suðuroy 3 15 5 89 30 641
Útlendingar 0 84 20 86 12

Pr. 31. desember 2021 eru 14 persónar deyður við COVID-19 í Føroyum.

NB, 66 av útlendingunum ið vóru testaðir positivir vóru sjómenn frá tveimum russiskum trolarum og einum litaviskum fraktskipi. 63 frá 2020 og 3 frá 2021.

Yvirlit yvir hagtøl

[rætta | rætta wikitekst]

Niðanfyri sæst yvirlit yvir tølini ið síggjast omanfyri.

Yvirlit yvir smittaði í Føroyum síðan heimsfarsóttin byrjaði (tekstur á myndini er á týskum)
  1. Samuelsen, Ingi (4 March 2020). "Fyrsti føroyingur smittaður av corona". Dagur.fo. https://portal.fo/dagur-26339/fyrsti-foroyingur-smittadur-av-corona.grein. 
  2. "Last COVID-19 patient recovers: After two months the Faroe Islands are finally virus free". 8 May 2020. http://local.fo/last-covid-19-patient-recovers-after-two-months-the-faroe-islands-are-finally-virus-free/. Heintað 8 May 2020. 
  3. "First positive Covid-19 test since 22 April" (in fo). https://kvf.fo/greinar/2020/07/05/first-positive-covid-19-test-22-april. Heintað 6 July 2020. 
  4. "Faroes are Covid-free again". http://kvf.fo/greinar/2021/02/26/faroes-are-covid-free-again. 
  5. 5.0 5.1 5.2 5.3 5.4 5.5 "COVID-19 Faroe Islands – Statistics". https://corona.fo/statistics?_l=en. Heintað 12 Aug 2020. 
  6. 6.0 6.1 "Confirmed Cases and Deaths by Country, Territory, or Conveyance". 6 July 2020. https://www.worldometers.info/coronavirus/. 
  7. "275 tilburðir í gjár - íalt 34.648 tilburðir síðan 3. mars 2020". Føroya Landsstýri. 1. mars 2022. https://korona.fo/news/1672/275-tilburdir-i-gjar-ialt-34648-tilburdir-sidan-3-mars-2020. 
  8. Nolsø, Sólvit Emilsson  . "Fimm nýggir korona tilburðir". http://kvf.fo/greinar/2020/09/13/fumm-nyggir-korona-tilburdir. Heintað 13. september 2020. 
  9. Bertholdsen, Áki (15. september 2020). "Aftur fimm tilburðir av koronu í gjár". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2020-09-20. https://web.archive.org/web/20200920041149/https://www.in.fo/longri-grein-detail-view/news/aftur-fimm-tilburdir-av-koronu-i-gjar/. Heintað 2020-09-15. 
  10. Nielsdóttir, Alda (14. desember 2020). "Atlantsflog flytir gott 4.000 ferðafólk heim til jóla". https://dagur.fo/atlantsflog-flytir-gott-4000-ferdafolk-heim-til-jola. Heintað 2. januar 2021. 
  11. "Hospital services gradually returning to normal". 21 April 2020. http://kvf.fo/greinar/2020/04/21/hospital-services-gradually-returning-normal. 
  12. "Færeyingar lausir við COVID-19" (in is). RÚV. 9. mai 2020. https://www.ruv.is/frett/2020/05/09/faereyingar-lausir-vid-covid-19. 
  13. "The Faroe Islands is no longer virus free – One person tests positive at Vágar Airport". local.fo. 5. juli 2020. http://local.fo/the-faroe-islands-is-no-longer-virus-free-one-person-tests-positive-at-vagar-airport/. 
  14. "COVID-19: Three new cases – Family of travellers placed in quarantine". local.fo. 19 July 2020. http://local.fo/covid-19-three-new-cases-family-of-travellers-placed-in-quarantine/. 
  15. Nolsø, Sólvit Emilsson (13. september 2020). "Fimm nýggir korona tilburðir". http://kvf.fo/greinar/2020/09/13/fumm-nyggir-korona-tilburdir. Heintað 13. september 2020. 
  16. Bertholdsen, Áki (15. september 2020). "Aftur fimm tilburðir av koronu í gjár". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2020-09-20. https://web.archive.org/web/20200920041149/https://www.in.fo/longri-grein-detail-view/news/aftur-fimm-tilburdir-av-koronu-i-gjar/. Heintað 2020-09-15. 
  17. "Enn ein nýggjur tilburður staðfestur". Føroya Landsstýri. 19. september 2020. https://corona.fo/news/646/enn-ein-nyggjur-tilburdur-stadfestur. 
  18. "Óttast stóra smittubreiðslu í Havn". Kringsvarp Føroya. 20. september 2020. http://kvf.fo/netvarp/uv/2020/09/20/ttast-stra-smittubreislu-havn. 
  19. Samuelsen, Ingi (22. september 2020). "11 nýggir koronatilburðir í gjár". https://portal.fo/dagur-33607/11-nyggir-koronatilburdir-i-gjar.grein. 
  20. Arge, Tróndur (26. september 2020). "Tríggir smittutilburðir seinasta samdøgrið". Sosialurin. Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2020-10-20. https://web.archive.org/web/20201020063140/https://www.in.fo/news-detail/news/triggir-smittutilburdir-seinasta-samdoegrid/. Heintað 2020-09-26. 
  21. "Kirkjudyrnar stongdar um jólini". Kringvarp Føroya. 15. desember 2020. https://kvf.fo/gmf?sid=117702&page=1. Heintað 27. december 2020. 
  22. "Átta nýggir smittutilburðir í gjár". Føroya Landsstýri. 27. december 2020. https://corona.fo/news/772/atta-nyggir-smittutilburdir-i-gjar. Heintað 27. december 2020. 
  23. Patursson, Steinar (28. desember 2020). "Tríggir tilburðir aftrat". https://www.in.fo/news-detail/news/triggir-tilburdir-aftrat-1/. Heintað 28. desember 2020. [deyð leinkja]
  24. Dahl, Arnfríð Joensen (3. januar 2021). "Seks fólk smittað". http://kvf.fo/greinar/2021/01/03/seks-folk-smittad-0. 
  25. Dahl, Arnfríð Joensen (31. desember 2020). "120 fólk koppsett fyri koronu". http://kvf.fo/greinar/2020/12/31/120-folk-koppsett-fyri-koronu. Heintað 31. desember 2020. 
  26. "Andaðist við koronu". 6. januar 2021. https://corona.fo/news/786/andadist-vid-koronu. Heintað 7. januar 2021. 
  27. Mirjamsdóttir, Elin (6. januar 2021). "Kann vera smittaður á Landssjúkrahúsinum". Kringvarp Føroya. https://kvf.fo/netvarp/uv/2021/01/06/kann-vera-smittaur-landssjkrahsinum. Heintað 9. januar 2021. 
  28. "Ein smittutilburður í gjár". The Faroese Government. 14. apríl 2021. https://corona.fo/news/962/ein-smittutilburdur-i-gjar. 
  29. Koba, Finnur (22 May 2021). "Smittaður í Føroyum: Onkur gongur runt og smittar". https://kvf.fo/netvarp/uv/2021/05/22/smittaur-froyum-keldan-er-viss?portalfo. 
  30. "Tveir smittutilburðir staðfestir í gjár". Føroya Landsstýri. 22. mai 2021. https://corona.fo/news/1040/tveir-smittutilburdir-stadfestir-i-gjar. 
  31. Evensson, Pætur Hjalmar (24. mai 2021). "Nógvir koronutilburðir: Frá sjey til 23". Sosialurin. https://in.fo/news-detail/nogvir-koronutilburdir-fra-sjey-til-23. 
  32. Rana, Hallur av (23. oktober 2021). "Løgmaður í útvarpið um koronastøðuna". https://kvf.fo/greinar/2021/10/23/logmadur-i-utvarpid-um-koronastoduna. 
  33. Bertholdsen, Áki (23. oktober 2021). "Nú hava vit mist tamarhaldið á støðuni". Sosialurin. https://in.fo/news-detail/nu-hava-vit-mist-tamarhaldid-a-stoeduni. Heintað 23. oktober 2021. 
  34. Lindenskov, Eirikur (27. oktober 2021). "Annarhvør smittaður er í Norðoyggjum". https://in.fo/news-detail/annarhvoer-smittadur-er-i-nordoyggjum. Heintað 28. oktober 2021.