Wuhan

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jump to navigation Jump to search
Wuhan
武汉市
Undir-landslutabýur (Sub-provincial city)
Frá ovast: Wuhan og Yangtze-áin, Yellow Crane Tower, Wuhan Custom House og Wuhan Yangtze River Bridge
Frá ovast: Wuhan og Yangtze-áin, Yellow Crane Tower, Wuhan Custom House og Wuhan Yangtze River Bridge
Staðseting av Wuhan City í Hubei
Staðseting av Wuhan City í Hubei
Land Kina
Landslutur Hubei
Landseindir 13
Township eindir 153
Býurin bygdur 1500 á.Kr.
Stjórn
 • Floksskrivari Chen Yixin
 • Borgarstjóri Wan Yong (万勇)
Øki[1]
 • Tilsamans 8,494.41 km2 (Bad rounding here3,300 sq mi)
Hædd 37 m (121 ft)
Fólkatal (2015)
 • Tilsamans 10,607,700
 • Tættleiki 1,200/km2 (3,200/sq mi)
  2013
Mál
 • Mál Wuhan málføri, Standard mandarin
Tíðasona Kina Standard (UTC+8)
Postnummar 430000–430400
Økiskota 0027
GDP[2] 2016
 - Total CNY 1.19 trillion
USD 180 billion (8th)
 - Per capita CNY 119,000
USD 18,030(nominal) 33000(ppp) (11th)
 - Growth Increase 8.5%
Nummarplátur A
O (løgregla og myndugleikar)
Heimasíða www.wuhan.gov.cn
Wuhan
Wuhan (Chinese characters).svg
"Wuhan" við einføldum (ovast) og siðbundnum (niðast) kinesiskum bókstavum
Einfalt kinesiskt 武汉
Siðbundið kinesiskt 武漢
Bókstavilig meining "Wǔ[chāng] og Hàn[kǒu]"

Wuhan ([ù.xân]) er høvuðsstaður í Hubei landslutinum,[3] í Kina, og er tann fólkaríkasti býurin í Miðkina.[4] Býurin liggur í eystara parti av Jianghan-slættanum har ið Yangtze og Hanshui áirnar møtast. Býurin er ein samanrenning av trimum býum, ið eru vaksnir saman, Wuchang, Hankou og Hanyang. Wuhan er kent sum "九省通衢" (jiǔshěng-tōngqú: teir nýggju landslutirnir' (í Kina) høvuðs ferðsluæðr)"; býurin er ein týðandi miðdepil fyri ferðing við fleiri jarnbreytum, vegum og akvegum ið ganga gjøgnum býin og binda hann saman við øðrum stórbýum. Orsakað av týdningarmiklu støðuni hjá býnum fyri ferðasambandi í Kina, so verður hann av og á nevndur "the Chicago of China" í útlendskum keldum.[5][6][7]

Wuhan hevur sub-landslutastøðu (sub-provincial),[8] og er viðurkendur sum miðdepil fyri politikk, búskap, mentan, útbúgving og ferðslu í Miðkina.[4] Býurin Wuhan fekk sítt navn í 1927. Fólkatalið er 10.607.700 per 2015.[9] Í 1920-árunum var Wuhan høvuðsstaður hjá vinstrasinnaðu Kuomintang (KMT) stjórnini ið varð stýrd av Wang Jingwei sum andstøða til Chiang Kai-shek,[10] og var eisini høvuðsstaður undir krígnum í 1937.[11][12]

Søga[rætta | rætta wikitekst]

Wuhan hevur eina 3.500 ára langa søgu og er ein av elstu og mest mentaðu stórbýum í Kina. Undir Han-ríkinum, gjørdist Hanyang ein rættiliga týðandi havn. Veturin 208/9 hendi ein av kendastu bardøgunum í søgu Kina og ein týðandi hending í Søguni um tey trý kongsveldini— Stríðið um Reyðu Bergini, ið fór fram í fjøllunum nærindis Wuhan. Um tað mundi blivu múrar bygdir fyri at verja Hanyang (206 e.Kr.) og Wuchang (223 e.Kr.). Tann seinna hendingin markerar stovnanina av Wuhan. Í ár 223 varð Yellow Crane Tower (黄鹤楼) bygt á Wuchang-síðuni av Yangtze-ánni. Cui Hao, ið var ein kendur yrkjari í Tang-ríkinum, vitjaði bygningin fyrst í 8. øld. Yrking hansara gjørdi tornið til eitt av teimum kendastu í Suðurkina.[13]

Seint í 19. øld vórðu jarnbreytir víðkaðar í norður-suður ás gjøgnum býin, og tað gjørdi býin til ein tíðandi miðdepil innan umskiping millum jarnbreytina og ferðslu eftir ánni. Tað var í hesum tíðarskeiðnum, at útlendskar kreftir fingu kontroll yvir handilsøki, har áarbakkin framvið Hankou varð býttur sundur í útlenskt-stýrd handilsøki. Á økinum vóru handilsskrivstovur, vøruhús, og atløgubryggjur.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. "Wuhan Statistical Yearbook 2010". Wuhan Statistics Bureau. http://www.whtj.gov.cn/documents/tjnj2010.pdf. Heintað July 31, 2011. p. 15
  2. "武汉市2010年国民经济和社会发展统计公报". Wuhan Statistics Bureau. May 10, 2011. http://www.tjcn.org/tjgb/201103/18954.html. Heintað July 31, 2011. 
  3. "Illuminating China's Provinces, Municipalities and Autonomous Regions". PRC Central Government Official Website. http://www.china.org.cn/english/features/43585.htm. Heintað 2014-05-17. 
  4. 4.0 4.1 "Focus on Wuhan, China". The Canadian Trade Commissioner Service. http://www.tradecommissioner.gc.ca/eng/document.jsp?did=96289&cid=512&oid=32. Heintað 10. februar 2013. 
  5. "Foreign News: On To Chicago". Time. 13. juni 1938. http://www.time.com/time/magazine/article/0,9171,848985,00.html. Heintað 20. november 2011. 
  6. Jacob, Mark (May 13, 2012). "Chicago is all over the place". Chicago Tribune. http://articles.chicagotribune.com/2012-05-13/news/ct-talk-nato-chicago-0513-20120513_1_violent-crime-chicago-connection-south-america-s-chicago. Heintað May 22, 2012. 
  7. 水野幸吉 (Mizuno Kokichi) (2014). 中国中部事情:汉口 (Central China: Hankou). Wuhan Press. p. 3. ISBN 9787543084612. 
  8. "中央机构编制委员会印发《关于副省级市若干问题的意见》的通知. 中编发[19955号"]. 豆丁网. 1995-02-19. http://www.docin.com/p-51864614.html. Heintað 2014-05-28. 
  9. 丁燕飞. "武汉市去年净流入人口突破230万人_荆楚网". http://news.cnhubei.com/xw/wuhan/201602/t3552237.shtml. 
  10. Stephen R. MacKinnon (2002). Remaking the Chinese City: Modernity and National Identity, 1900-1950. University of Hawaii Press. p. 161. ISBN 978-0824825188. 
  11. "AN AMERICAN IN CHINA: 1936-39 A Memoir". http://www.willysthomas.net/HankowInfo.htm. Heintað February 10, 2013. 
  12. Stephen R. MacKinnon. Wuhan, 1938: War, Refugees, and the Making of Modern China. University of California Press. p. 12. ISBN 978-0520254459. 
  13. Wan: Síða 42.
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið