Brúkarakjak:Hans1512

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jump to navigation Jump to search

Føroyar Vælkomin á føroysku Wikipediu!

Hey Hans1512, og vælkomin til føroysku Wikipediu! Takk fyri tíni ískoyti. Eg vóni, at tær dámar Wikipediu og ger av at verða verandi. Her eru nakrar góðar slóðir til nýggjar brúkarar:


--EileenSanda (kjak) 22. jul 2015 kl. 23:08 (UTC)

Don't speak Faroese? Post {{Brúkari fo-0}} on your user page or put it into your babel box.

Regin Jacobsen - eigur tú eina mynd av honum?[rætta wikitekst]

Hey. Takk fyri, at tú upprættaði greinina um Regin Jacobsen. Hevur tú eina mynd av honum, ið tú sjálvur hevur tikið? Um tú hevur, so hevði tað verið best, um tú legði hana út til almenna nýtslu á hesa síðuna: Commons.wikimedia.org - so kann hon nýtast til aðrar síður eisini, t.d. á síðuna um Bakkafrost og eisini á donsku og ensku síðurnar um Bakkafrost. Man skal bara minnast til at siga, at man sjálvur hevur tikið myndina, um man altso hevur tikið hana sjálvur, tað ger man við at seta ein prikk í har ið tey spyrja, um man sjálvur hevur tikið myndina ella ikki. Og man má geva copyright frá sær, soleiðis at hon frítt kann nýtast, man velur ein lisens, ið hóskar einum. Tú mást rita inn har fyrst, men tað er við sama brúkaranavni og loyniorði sum her á Wikipediu. Tú kanst eisini velja at teksturin har skal vera á føroyskum, tí nokk so nógv er týtt til føroyskt. Altso fyrst trýstir tú á "Legg fílur út", so velur tú myndina á tínari teldu, so gongur ein løt,a meðan myndin verður upploada, síðan stendur "Alt ið tú legði út eydnaðist væl!" og tú kanst trýsta á bláa knøttin har tað stendur "Halt fram". Síðan skal tú seta ein prikk í "Henda fíla er mítt egna verk." ella í "This file is not my own work." men tað kann eg ikki viðmæla, tí so skal tú hava loyvi frá tí persóninum ið eigur myndina og tað er sera roksut. Hjá mær stendur tað soleiðis, tá ið eg havi sett prikk ið at eg sjálv havi tikið myndina: "I, EileenSanda, the copyright holder of this work, irrevocably grant anyone the right to use this work under the Creative Commons Attribution ShareAlike 4.0 license (legal code)." Trýst so á "Næsta" (bláur knøttur) og so kemur tú til eina síðu, har ið tú kanst geva myndini eitt navn, t.d. Regin Jacobsen 2015. jpg kemur heilt av sær sjálvum. Um tú vilt leggja myndina í ein hóskandi bólk har, so kanst tú t.d. skriva "Businesspeople from the Faroe Islands" í Bólkur (Category um tað stendur á enskum). Í frágreiðing kanst tú t.d. skriva "Regin Jacobsen er ein føroyskur vinnulívsmaður, hann er stjóri á Bakkafrost." ella okkurt sovorði. Man kann velja at skriva eina stutta frágreiðing á øðrum málum eisini, helst á enskum hevði verið gott. At enda trýstur tú á "Næsta" og so verður myndin endaliga løgd út, og so kanst tú kopiera navnið á myndini inn í greinina. Ná, men hetta er bert um tú eigur eina mynd av Regin Jacobsen. Eg havi aldri møtt honum, so eg eigi onga mynd av honum sjálvsagt. Vinarlig heilsan --EileenSanda (kjak) 17. okt 2015 kl. 17:22 (UTC)