Regin Jacobsen

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Regin Jacobsen
er eitt menniskja
Fødd(ur) 27. jan 1966
Starv vinnulívsfólk, chief executive officer
Foreldur faðir Hans Jacobsen
Skyldfólk Hans Jacobsen (Pápi), Birna Vestergaard (systir)
Dátuheiti

Regin Jacobsen (føddur 27. januar í 1966) er núverandi stjóri á føroysku alifyritøkuni Bakkafrost, eftir at hann tók yvir frá pápanum, Hans Jacobsen, eisini nevndur Hans á Bakka. Í Føroyum vóru fyri fyrstu ferð milliardingar skrásettir í september 2014, tá ið Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost, og mamma hansara, Oddvør Jacobsen, áttu partabrøv, sum tilsamans vóru verd meira enn 1,1 milliard krónur. Regin bleiv í 2014 kosin sum nummar eitt av stjórum á miðalstórum fyritøkum, ið eru skrásettar á Oslo Børs, valdur út av 600 greinarum.

Søga[rætta | rætta wikitekst]

Regin Jacobsen vann sær síni fyrstu oyru longu tá hann var smádrongur, tá hann hjálpt pápanum, Hans á Bakka, niðri á Bakkafrost. Regin tók spakuliga meir og meir yvir í felagnum Bakkafrost og gjørdist stjóri í 1989.[1] Í 2010 varð Bakkafrost skrásett á virðisbrævamarknaðinum í Oslo (OSE), og Regin var tá einasti stjóri í felagnum. Regin hevur líka síðani hann fekk tittulin sum CEO, førka felagið longur og longur út í heim, og ídag er Bakkafrost eitt av leiðandi feløgum innanfyri laksaproduktión.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]