Jump to content

Birgir Kruse

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Birgir Kruse

Birgir Kruse (føddur 20. juni 1957) er lærari, ritstjóri, bloggari, free lance journalistur[1] og formaður í Filmsfelagnum.

Lívsleið

[rætta | rætta wikitekst]

Birgir er útbúgvin á Føroya Læraraskúla í 1985 og hevur pedagogiska diplomútbúgving frá Danmarks Pedagogiske Universitet, æstetiskt institut v/Birgitte Holm Sørensen í 2000. Birgir hevur gjørt nógvar útvarpssendingar í Kringvarp Føroya síðan 1977, teirra millum Náttarravnar frá 1992.

Í 1998 fekk Birgir Nordboks Journalistpris fyri mentanarsendingarnar Vetrarbreytin.[2] Síðan 1984 hevur Birgir verið formaður í Filmsfelagnum og síðan 1988 skrivari í Norrøna Felagnum í Føroyum. Eftir aldarskiftið var Birgir formaður í eini nevnd, sum varð sett at orða ein kommunalan lista- og mentanarpolitikk fyri Tórshavnar kommunu "Havnin - livandi, kveikjandi, skapandi". Fyri Tórshavnar kommunu var Birgir umboð í stýrinum fyri Listastevnu Føroya, og samskipaði hundrað ára haldið sum fólkavald kommuna.

Í 2007 skrivaði Birgir skúlabókina "Fjølmiðlar", sum Føroya Skúlabókgrunnur gav út. Nevndarformaðurin, Árni Dahl, vildi hava Birgir at standa fyri føroyska partinum av altjóða átakinum Google Book Search, so føroyskir næmingar kundu fáa føroyskt aftursvar, tá teir leitaðu á netinum. Túsund føroyskar bøkur vórðu lisnar inn í skipanina hjá Google í Mountain View í California. Fjølrit stuðlaði ætlanini við einum juridiskum responsum um ófáiligar bøkur og at brúka Google sum sýningarglugga. Stjórin í Skúlabókagrunninum, Niels Petersen, setti Birgir at ritstjórna "Atlas til heim og skúla", sum eftir fýra ára samstarv við Harper Collins kom út í 2014. Síðan hevur Birgir arbeitt við opna undirvísingarportalinum Snar, serliga við temasíðum til undirvísing og tilfari til árliga holocaustdagin.

Fyri Norðurlandahúsið legði Birgir í 2012 lunnar undir Geytan, sum er føroyska filmsvirðislønin. Síðan 2006 hevur Birgir skrivað birkblog, sum helst er mest lisni bloggur á føroyskum. Hann skrivar regluliga um mentanarlig evni og viðurskifti, skrivar ferðafrásagnir og ummæli av mentanarligum tiltøkum.

Í 2013 vitjaði sendingin Summarmorgun hjá Kringvarpi Føroya Birgir í samband við, at hann var sera virkin við at skriva blogg. Tað var Uni Leitisstein Hansen, ið tosaði við hann um hetta evni. Tað at skriva blogg var eitt rættiliga nýtt rák tá. Tað bleiv spurt um hansara skriving á bloggi hansara, ið nevnist Birkblogg, um hví hann skrivaði, um hvussu nógv lósu hansara blogg og eisini bleiv spurt um, hvat hann skrivaði um. Sagt var í sendingini, at Birgir Kruse er millum fremstu bloggarar í Føroyum. Tann dagin, tá Summarmorgun vitjaði hann, hevði bloggurin júst sett met við 2500 serstøkum vitjandi ein og sama dag.[3]

Útgivið og ritstjórnað

[rætta | rætta wikitekst]
  • 2006 - Birkblogg (føroyskur bloggur um m.a. føroyska mentan)
  • 2007 - Fjølmiðlar, Føroya Skúlabókgrunnur[4]
  • 2014 - Atlas til heim og skúla (ritstjórnað)
  • 1998 - Nordboks Journalistpris fyri mentanarsendingarnar Vetrarbreytin.[5]