Jump to content

Filmsfelagið

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Filmsfelagið er elsta felag í Føroyum, ið hevur filmsýningar sum áhugamál og virksemi.

Upprunaliga felagið varð stovnað í Havnar Bio í 1962 undir navninum Filmslistafelagið.[1] Stovnarar vóru Eyðun Johannessen, Fraser Eysturoy og Erling Simonsen. Hetta felagið sovnaði í 1975. Í 1984 varð felagið endurstovnað sum Filmsfelagið og helt sær til 1992, oftast við sýningum í Leikhús Bio í Sjónleikarhúsinum. Stovnarar vóru Petur Zachariasen, Marianna Debes Dahl og Erhard Jacobsen. Birgir Kruse varð valdur formaður.

Í 1980'unum skipaði Filmsfelagið fyri fleiri norðurlendskum filmstevnum, serliga í Norðurlandahúsinum og á Læraraskúlanum, men eisini á listafólkastevnum, sum LISA[deyð leinkja] skipaði fyri úti um landið. Í samráð við løgmann og indisku sendistovuna í Keypmannahavn, skipaði felagið eisini fyri indiskum filmsdøgum í Sjónleikarhúsinum.

Í 1989 var Filmsfelagið vertur fyri almennari norðurlendskari filmstevnu, The VII Nordic Film Festival, við 130 útlendskum professionellum gestum. Samskipari var Høgni Djurhuus. Tá vóru 1200 limir í Filmsfelagnum, og filmurin hjá Katrini Ottarsdóttir, "Atlantic Rhapsody", varð sýndur á hesi stevnu, sum var í Norðurlandahúsinum og í Útvarpshøllini.

Í 2016 stóð Filmsfelagið fyri føroysku frumsýningini og Q&A av heimildarfilminum hjá Mike Day "The Islands and the Whales" í Havnar Bio. Í sama biografi skipaði Filmsfelagið í 2017 fyri frumsýning og Q&A av nýggja føroyska filminum “Dreymar við havið”, sum er fyrsti filmur hjá Sakaris Stórá í spælifilmslongd.

Í november í 2017 vórðu ísraelskir filmsdagar hildnir í samstarvi við ísraelsku sendustovuna í Keypmannahavn.

Filmsfelagið hevur síðan 1980'ini havt tætt samband við árligu filmstevnuna í Lübeck, har norðurlendskir filmar hava verið vístir síðan 1956 undir heitinum Nordische Filmtage. Í dag hevur Filmsfelagið eisini tætt samstarv við føroysku sendistovuna í Russlandi, sum er eitt av heimsins elstu filmslondum og er tann marknaður, sum í løtuni hevur mest at týða.

Filmsfelagið er endurstovnað í Havnar Bio Archived 2018-02-07 at the Wayback Machine í samráð við táverandi nevnd undir sama heiti og tí einfalda endamáli, at vísa listarliga viðkomandi film í biografinum. Filmarnir verða sýndir einaferð og altíð mikudag, tá talan ikki er um filmstevnu, sum "Filmsdagar í Felag".

Vetrarhálvuna skipa Filmsfelagið og Havnar Bio fyri almennum sýningum annaðhvørt mikukvøld. Nýggir filmar, ið eru listarliga áhugaverdir, verða sýndir, og ikki er neyðugt at tekna limaskap. Úti í heimi verður hetta slag av filmi onkuntíð nevnt art house filmur. Ole Wich og Birgir Kruse samskipa skránna.

Sjálvandi er ymiskt, hvat ein biografgangari og ein annar halda verða listaliga áhugavert og viðkomandi, men Havnar Bio, sum er einasti veruligi biografur í landinum, fer við átakinum Filmsfelagið at royna seg við eini miðsøkjandi leið, sum annan vegin savnar áskoðarar og hin vegin gevur atgongd til film, sum ikki verður settur á vanligu skránna.

Hvørt heyst skipa Filmsfelagið og Havnar Bio fyri tiltakinum "Filmsdagar í Felag", og samstarv er við “Faroe Islands International Minority Film Festival” (fimff).

Havnar Bio hevur fingið loyvi frá nevndini í gamla Filmsfelagnum, at sleppa at brúka heitið og at velja filmar við ráðgeving frá gomlu nevndini og filmshugaðum annars.

  1. "Bio.fo". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2018-02-07. https://web.archive.org/web/20180207075914/http://www.bio.fo/Filmsfelagid.aspx. Heintað 2018-02-06.