Jump to content

Biên Hòa

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Bien Hoa

Bien Hoa er ein býur í Vjetnam, hann er høvuðsstaður í Dong Nai landslutinum. Býurin er 32 km eystanfyri Ho Chi Minh City. Bien Hoa Floghavn er 5 km frá miðbýnum.

Fólkatalið

[rætta | rætta wikitekst]

Í 1989 var íbúgvatalið í Bien Hoa mett at vera 273.879. Í 1999 var fólkatalið vaksið til 435.400 í 2009 til 652.646.

Bien Hoa vaks til ein stóran forstað til Saigon, tá hesin vaks. Eftir Fyrra indokinesiska kríggið streymaðu flóttafólk til Bien Hoa og fleiri tíggjutúsund fólk búsettust har. Tey komu frá norðaru og miðøkjunum í Vietnam. Undir Vjetnamkrígnum, sum vardi frá 1955 til 1975, brúkti amerikanska flogvápnið Bien Hoa Air Base árini 1961 til 1973.

Sum fleiri aðrir býir í Vjetnam upplivdi eisini Bien Hoa fíggjarliga afturgongd frá 1975 til seinna helming av 1980-árunum.

Í dag er býurin komin fyri seg aftur fíggjarliga. Býurin er ein vinnulívsmiðdepil í Suðurvjetnam, og fleiri verksmiðjur og vøruhús er í økinum uttanfyri býin, ofta við fígging frá Japan, Singapor, USA, Sveis og øðrum útlendskum íleggjarum. Har eru fleiri stuttleikaparkir, náttklubbar og matstovur, sum liggja framvið Dai Nai Ánni.


Slóðir úteftir

[rætta | rætta wikitekst]
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið